Fríggjadagin og leygardagin 20. og 21. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiði við heitinum Ítróttarsálarfrøði – meir enn mental venjing.
Instruktørur á skeiðnum verður danin, Kristoffer Henriksen, ið er lektari, granskari og undirvísari á Syddansk Universitet, við fokus á ítróttarsálarfrøði og mentalvenjing.
Kristoffer Henriksen er knýttur at Team Danmark, har hann í mong ár hevur arbeitt við at stuðla úrvalsítróttarfólkum í heimselituni á sálarliga økinum.
Skeiðið er serliga ætlað venjarum við A-prógvi, men verður eisini partur av skeiðnum hjá teimum, sum í løtuni eru í gongd við A-venjaraútbúgvingina.
Meiri kann lesast um tilmelding o.a. á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.