Skeið í ?special effects?

Blóðug brandsár, avhøgdir fingrar og óhugnaligir likamslutir er nakað av tí, ið er á skránni á skeiði í ?special effects? sum MáF skipar fyri

Lær at verða skotin ella sligin í høvdið við eini fløsku uttan at fáa ilt. Ella hvat við at læra at sminka blóðug sár og at gera óhugnaligar likamslutir? Bein- og armbrot, glasskør í sárunum, avhøgdar fingrar, brandsár, eftirgjørdar innvølir er heldur ongin trupulleiki, tá tað ræður um at skapa sokallað special effects.

Hetta er eisini nakað av innihaldinum í skeiði, sum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Havnar Sjónleikarafelag skipa fyri 29.-31. august 2008.

Skeiðið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn og byrjar fríggjakvøldið 29. august kl. 19 og endar sunnudagin 31. august kl. 16.

Skeiðið er ætlað teimum, ið plaga at fáast við at sminka til sjónleik, film o.a. , men øll við áhuga eru vælkomin at tekna seg.

Lærari er Janus Vinther, sum hevur ein sminkuskúla niðri í Keypmannahavn, har hann undirvísir bæði lærdum og leikum, børnum og vaksnum.

Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til MáF, 315624 ella Havnar Sjónleikarfelag, 311132.

Les meira á www.maf.fo, ella á www.hsjonleik.fo