Leygardagin fer unga, danska stjørnuskotið í bindisniðum, Hans Christian Madsen, at hava skeið í nýmótans binding í Norðurlandahúsinum Hóast sín unga aldur, er 26 ára gamli tekstilsniðgevin Hans Christian Madsen kendur fyri sína kreativu binding og hevur hann arbeitt fyri Prada, MiuMiu og Diesel.
Í Føroyum fer hann at hava ein fyrilestur, har hann greiðir frá síni arbeiðsgongd, hvussu hann fær íblástur og arbeiðir seg fram til eitt liðugt plagg.
Eisini fer hann at undirvísa áhugaðum bindarum í tveimum teknikkum innan handbinding, sum hann sjálvur hevur ment. Talan er um eina samanrenning av perlu- og vevibinding, sum hann nýtti til síðstu kollektiónina hjá sær, ið varð víst á London FashionWeek.
Luttakararnir á skeiðnum skulu hava nakað av tilfarið við:
Tógv í er ymiskt bæði í tjúkd og liti, tó fegin natúrlitir, stokkar í ymsum støddum, notatbók og blýant.
Hans Christian Madsen hevur BA frá Designskolen Kolding við bindig sum sergrein og MA frá Royal College of Art í London. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni snið, harímillum »Den gyldne Pelsnål« frá Kopenhagen Fur
Skeiðið verður leygardagin 16. mai við hesari skrá
09.00 ? 10.00 Fyrilestur/innlegg
10.00 ? 10.15 Kaffisteðgur
10.15 ? 12.30 Frálæra
12.30 ? 13.15 Buffét
13.15 ? 15.15 Frálæra (kaffi verður at fáa)
Tilmelding fer fram á www.nlh.fo