Skeið í motorstýring og feilfinning

Í døgunum 26. og 27. mai skipaði FTZ fyri skeiði í motorstýring og feilfinning á Bildeildini á Tekniska Skúla í Havn.

Tað vóru Hans Erik Kristoffersen frá FTZ og Karsten Kjeldsen frá Elektropartner, sum hildu skeiðini fyri mekanikarum frá ymiskum bilverkstøðum kring landið.