Eigarar, ið hava hvølp ímillum tríggjar og seks mánaðir, hava møguleika uppá ein jaligan og stuttligan máta, at læra og venja saman við hundinum.
Skeiðið er í umleið tríggir mánaðir, og í hesar tríggjar mánaðirnar lærir hundurin at umgangast aðrar hundar og fólk. Hvølpurin lærir eisini at koma, sita, standa og so framvegis.
Á Toftum verður byrjað mikudagin 24. januar, í Havn hósdagin 25. januar, og í Klaksvík verður byrjað leygardagin 27 januar.
Eisini ber til at venda sær til Hundaeigarafelag Føroya á tlf. 227317.










