Eitt skeið í máling, seyming og tøving var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í døgunum 16., 17. og 18. juni í ár. Skeiðið byrjaði fríggjakvøld og longu áðrenn tað fyrsta kvøldið var runnið, var íblásturin hjá luttakararunum so stórur, at teir vildu ikki leggja amboðini fyri at hvíla til ein langan leygardag fyri framman.
Árla leygarmorgunin var Mentanarhúsið aftur fult av kreativum fólki, ið bara vildu skapa mera. Allan leygardagin á tamb varð framleitt av lívsins kreftum, og tað leið væl út á sunnumorgunin áðrenn amboðini hvíldu aftur.
Sunnudagurin varð so endabresturin, har sýnast skuldi fram. Men luttakararnir høvdu skapað so nógv og høvdu so ilt við at steðga, at framsýningin bleiv meira eitt verkstað, har tey vitjandi høvdu høvi at hyggja at meðan listafólkini løgdu seinastu hond á verkini.
Sum tann fullfíggjaði endin á tiltakinum skein sólin bæði oman og niðan í Fuglafirði sunnudagin 18. juni, so framsýningin av verkunum frá skeiðnum varð flutt útum á tað stásiliga torgið uttanfyri Mentanarhúsið.
Nógv fólk vitjaði framsýningina og áhugin var stórur at fáa fyriskipararnar at skipa fyri einum skeiði afturat. Hetta verður nú veruleiki, og verður Mentanarhúsið í Fuglafirði, ið er sera væl egnað til tílíkt tiltak, aftur karmur um skeið í máling, seyming og tøving í døgunum 21., 22. og 23. juli 2006.
Tað eru tær tríggjar kreativu eldsálirnar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen, ið skipa fyri. Til ber at ringja til eina teirra og fáa meira at vita ella at tegna seg á tlf. 224253