Skriva kekkin til tín sjálvs, tá tú spælir tónleikin hjá tær alment, lær teg at nýta "Mit Koda". Tutl og Futt bjóða nú til skeið í Koda fráboðan.
Í sambandi við Spæl føroyskt dagin, sum er í dag, skipa Futt, Felagið Føroysk Tónaskøld og Tutl fyri skeiði í Koda-fráboðan í Tutl á Káta Horninum í Havn, og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Vesterbrogade 17 A.
Hjá Tutl verður skeiðið kl. 17:30 og í Føroyahúsinum verður skeiðið kl. 21:30.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.