Á veg heimaftur úr Milano leygardagin vóru eisini nakrir føroyingar, sum hava verið á leiðsluskeiði í Italia.
Føroyska ferðalagið hevði koyrt niður til Italia, og nú Atlantic Airways var í Milano á sínum fyrsta túri, høvdu tey valt at flúgva heimaftur.
Millum tey, sum komu heim við air-bussinum hjá Atlantic Airways seinnapartin leygardagin, var eitt nú stjórin í JT electric á Kambsdali, Heðin Poulsen, sum her er avmyndaður á Malpensa-flogvøllinum í Milano.