Skeið í hundavenjing

Tað eru ótrúligir møguleikar við einum væl vandum hundi. Á skeiðnum, sum verður á Hotel Norð komandi leygardag, fer at verða undirvíst í viðferð, venjing og nýtslu av seyðahundinum

Komandi leygardag fer Absalon Hansen at hava skeið á Viðareiði í venjing av seyðahundum.
               Saman við Absalon luttaka eisini nevndarlimir úr seyðahundafelagnum.
               Ein av stigtakarunum til skeiðið er, Jákup Jacobsen í Haraldsundi.
- Orsøkin til, at vit hava tikið stig til eitt slíkt skeið er fyri at vísa á, hvussu einastandandi ein vælvandur seyðhundur kann vera, og hvat hann kann avrika, sigur hann.
Áhugin at venja seyðahundar er vaksandi, og fyriskipararnir vóna at fáa nógv burturúr skeiðnum.
Absalon Hansen hevur í nógv ár havt stóran áhuga í hundavenjing, og hevur eitt nú, verið í Skotlandi og hugt at, hvussu teir venja seyðahundar har.
Skeiðið byrjar klokkan 9, og inntil døgurða verður undirvíst í tí ástøðiliga.
Á døgurða verður borðreitt við lunda, og so verður farið út at síggja, hvussu seyðahundar reka.
Seinasta freist at tekna seg til skeiðið, sum kostar 400 krónur, er mikudagin, 26.novembur.
Tey, ið ynskja at tekna seg til skeiðið, kunnu ringja  á tlf. 456787 ella 756787.