Skeið fyri sinnisvek á Háskúlanum

TÍÐINDASKRIV

Skeiðið verður 14. – 23. apríl og byrjar mikudagin 14. apríl kl 13.
Lærarar eru Bjørgfinnur Nielsen, Elin Lindenskov, Rói Paturson og aðrir gestalærarar.
Skeiðsgjaldið er 1.800 kr, fyri hvønn. Íroknað gjaldið er undirvísing, tilfar, matur og uppihald.
Á kømrunum eru: dýna, koddi, handklæði og seingjarklæði.
Takið gummistivlar, regnklæði, húgvu, vøttir og eina heita troyggju við til útferðina og onnur uttandura tiltøk og svimjiklæði við til Klaksvíkstúrin. Tey, sum ikki hava hug til at svimja, fara eina ein túr í býin ístaðin. Takið stásklæðini við til gallaveitslina.
Vit fara at stoypa ljós, so um tú eigur jogurtíløt, frugtblikk ella líknandi, so tak tey við at brúka til stoypiformar.
Um tú hevur klæðir, taskur, smúkkur og annað, sum tú ikki brúkar, so tak tað við, so kunna tit býta um við onkran annan.
Hóskvøldið kl 19.30 verður veitsla og tá eru tit vælkomin at bjóða tvey avvarðandi við.