Nú er møguligt hjá føroyskum seljarum at koma á kvalifiserað skeið fyri ein
rímiligan penga.
Bo Wurden frá felagsskapinum »Danske Sælgere« er skeiðleiðari. »Danske
sælgere«, ið er ein yrkiligur savningarmiðdepil við 25 ár á baki, hevur í dag
meir enn 27.000 limir.
Sami danski felagsskapurin er hin einasti, ið leggur fullkomiligan dent á
yrkissølu og er harumframt útbúgvingarstovnur, tá tað kemur til sølu.
Í tøttum samstarvi við felagsskapin »Danske Sælgere« verður skipað fyri
útbúgvingarskeiði á Sjómansheiminum í Havn.
Nøkur pláss eru eftir, seinasta tegningarfreist er fríggjadagin 31. oktobur
2003.
Tað er felagið Samskifti, sum stendur fyri skeiðnum.