Skeið fyri sølu- og handilsfólk

Tíðin við at kundin er trúfastur ímóti sínum veitarum, er ikki til longur. Kundin er krevjandi og krevur meira, hann veit hvat hann vil hava og hvat hann ikki vil hava. Kundin er umgyrdur við telefon, fax, sjónvarp, lýsingum, internet, tilboðstúrar við meira. Alt hettar og meira afturat er við til at seta størri og størri krøv til handilslívið. Sølufólk og søluleiðarar í smásølu og sølufólk sum fáast við business-to-business ella selja til smásølur verða tí noydd at renna skjótari og skjótari og mugu laga seg eftir teimum broytingum sum støðugt koma, ger man ikki tað er tíðin skjótt farin frá einum. Í hesum sambandi fer Samskifti í samarbeiði við Danske Sælgere at skipa fyri skeiði í framtíðar sølu og tænastu.

Í døgunum frá 7. til 10. November fer Bo Wurden, detailchef frá Danske Sælgere at halda skeið á Tórshavnar Sjómansheimi fyri fólki sum hava við sølu og tænastu at gera í Føroyum.

Danske Sælgere sum hava 25 ár á baki er ein yrkisligur savningarstaður hjá fleiri enn 27.000 fólkum sum selja. Felagsskapurin er hin einasti, ið leggur fullkomiligan dent á yrkissølu og er ein útbúgvingarstovnur sum stendur fyri útbúgvingum innan sølu, Danske Sælgere er eisini kendir fyri síni vælumtóktu og viðurkendu skeiðir.

Tað eina skeiðið, sum er frá 7. til 9. November er ætlað sølufólki, innanhýsis sølufólki og onnur sum arbeiða við søluarbeiði innan business-to-buisness ella sølu til detailhandlarnar. Kostnaðurin 6.500 kr. Íroknað alt skeiðtilfar, døgurði og drekkamuður.

Hitt skeiðið sum verður 10. november ætlað søluleiðarum og sølufólki í handlum. Kostnaður 3.475

Skeiðini hava til endamál at gera luttakaran føran fyri at leggja til rættis sølu, selja og halda fast við kundar og søluevni. Stórur dentur verður lagdur á, at skeiðluttakararnir fáa gott og haldbart arbeiðsamboð sum tey kunnu arbeiða við, millum annað verður komið inn á ymiskar søluteknikkir, uppgávan hjá einum sølufólki, skilja søluliðini, hvørjar eginleikar sum krevst, planlegging, annalysa og háttar at spyrji uppá, hvussu atfinningar verða til søla og mangt annað.

Tá skeiðið er liðugt, veit luttakarin um og er skikkaður at avgreiða sølu við støði í djúpari vitan um seg sjálvan. Eisini hevur luttakarin lært søluteknikk bæði ástøðiliga og í royndum.

Tað er Samskifti, sum hevur tikið stig til skeiðini og kann meira fáast at vita við at ringja á tlf. 422 900.