Skeið fyri øll hjún

Filadelfia: 31. januar byrjar eitt hjúnabandsskeið í Filadelfia, sum Filadelfiasamkoman skipar fyri.

Skeiðið verður grundað á hjúnabandsskeiðið frá Alpha, og skeiðluttakararnir fáa allir hvør sína undirvísingarbók. Skeiðið verður hvørt hóskvøld og umfatar sjey undirvísingar, og varir fram til 13. mars. Endamálið við skeiðnum er millum annað at menna hjúnabandið, so parið fær hækkaðan samlívskvalitet, og at fyribyrgja og loysa trupulleikar í hjúnabandinum.