Skeið fyri kórleiðarar

Skáli: Ert tú kórleiðari ella ætlar tú at byrja eitt kór, er møguleiki at hitta onnur sum ganga við somu hugsan.

Sang- og Tónleikanevndin hjá Heimamissiónini skipar leygardagin í næstu viku fyri kórleiðaraskeið í Meinigheitshúsinum á Skála. Undirvísarar verða tveir royndir harrar í hesi bransjuni – Ásbjørn Berthelsen og Ólavur Jøkladal. Skeiðið vendir sær til øll, sum hava við kórleiðslu at gera, annaðhvørt so talan er um barnakór, ungdómskór, vaksnamannakór, lovsangsbólk ella annað. Skeiðið byrjar kl. 10 og endar seinnapartin henda leygardagin 8. september.