Várið stendur fyri durum, og teir hárfríðkarar, sum ikki vilja vera eftirbátar, hava nú møguleika fyri at síggja og læra seg vár- og summarmótan.
Tað er Tekniski Skúlin í Tórshavn, sum skipar fyri skeiðunum og hevur fingið samstarvið við Stuhr Inter-School í lag.
Skipað verður fyri demonstratión í Tórshavn leygardagin 10. februar, meðan demonstratiónin í Klaksvík og á Tvøroyri verður sunnudagin 11. februar.
Luttakaratalið til demonstratiónirnar er óavmarkað, og kostnaðurin er 1750 krónur.
Sunnudagin 11. februar verður skipað fyri starvsvenjing á Tekniska Skúla í Havn. Tvey lið verða tikin inn, og bara tólv hárfríðkarar kunnu verða á hvørjum liði.
Kostnaðurin fyri starvsvenjingina er 1250 krónur.
Luttakarar við sveinabrævi í frisørfakinum kunnu fáa helmingin av skeiðgjaldinum endurgoldið frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Luttakarar, sum hava goldið í eftirútbúgvingargrunnin VITAN, kunnu søkja um stuðul haðani.
Umsóknarbløð til Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Vitan kunnu fáast á Tekniska Skúla. Tilmelding fer fram við at ringja til Tekniska Skúla á tlf. 311957.










