Skeið fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum

1. til 3. september verður aftur skeið fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum á Blákrossheiminum í Lynggøtu í Havn Um skeiðið skrivar www.blakross.fo m.a. ?Tað økir munandi um møguleikan fyri góðum varðandi úrslitum fyri heimið, at avvarðandi fáa høvið at seta orð á teirra ótta og iva.? Blái Krossur í Føroyum hevur góðar royndir at skipa fyri skeiðum fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum, og verður farið við góðum treysti at skipa fyri hesum skeiðum aftur í heyst. Tað fyrsta skeiðið á Blákrossheiminum í heyst, verður í døgunum frá 1. til 3. september. Aldursmarkið fyri børn er 12 ár. Tekning til skeiðið fer fram á telefon 31 55 75, ella við at senda ein teldupost til blakrosheimid@blakross.fo. Seinasta freist at tekna seg til hetta skeiðið er sunnudagin 24. august. Seinni í heyst og í vetur verða eisini onnur skeið fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum. Dagfestingarnar fyri teimum skeiðunum verða at finna á www.blakross.fo.