Skeggjar ætla at seta heimsmet

Svimjifelagið Skeggjar úr Gøtu fara at royna at seta eitt nýtt heimsmet, tá tey í august mánaði fara ein túr til Noregs við Norrønu

Svimjararnir fara ein túr til Bergens og aftur við Norrønu. Og tey ætla at svimja allan túrin. Tað vil siga, at tað allanvegin til Bergens og aftur til Føroyar verður onkur frá Skeggjum í hylinum og svimur. Hvør svimjari fer at svimja í fimtan minuttir í part, so hava tey frí í fimm tímar og fara síðani útíaftur. Ætlanin er, at tey tó skulu hava frí í tríggjar tímar, meðan skipið liggur úr Bergen, men so verður aftur lagt til brots og svomið aftur, inntil Norrøna leggur at í Havn. Sostatt kemur hvør svimjari at svimja einar tíggju ferðir, áðrenn Norrøna verður aftur á Havnini.
Hetta tiltakið verður fyrst og fremst skipað sum ein stuðulssvimjing, men svimjifelagið hevur sent bræv til Guinnes Book of Records, har tey spyrja seg fyri um at seta heimsmet í at hava svomið longst umborð á einum ferðamannaskipi.
Hetta hava tey ikki endaliga fingið svar upp á enn, men tey vænta, at tey vita tað endaliga tíðliga í augustmánaði. Sjálvur túrurin hjá felagnum verður í døgunum 11. til 13. august.
Hetta við at royna at seta heimsmet, hava tey gjørt fyri at fáa meira umrøðu, og harvið kanska útvega enn fleiri stuðlar. Tí tað er ongin ivi um, at eitt tílíkt tiltak gevur umrøðu, so tað má sigast at verða gott fyri bæði Smyril Line og aðrar stuðlar.
Smyril Line stuðlar felagnum við, at túrurin einans kostar 300 krónur fyri hvønn svimjaran.