Skeggdaman vann Eurovision 2014

Eysturríki hevur vunnið Eurovision 2014, sum í kvøld hevur verið í Keypmannahavn.

26 lond kappaðust í kvøld í finaluni í Eurovision. Skegguta daman úr Eysturríki vann við 290 stigum.

 

Fleiri favorittar vóru, so sum Armenia, Svøríki og Eysturríki. Danir høvdu væntað sær nógv av sínum finalisti, Bassim, men honum gekst ikki so væl. Hann endaði

 

– Hevði kvøldið er ognað øllum, sum ynskja frið og frælsi, segði skeggdaman, Conchita, eftir at sigurin var greiður.

 

Mestu umrøðuna fyri kappingina fekk júst eysturríkska skeggdaman,sum eitur Conchita Wurst. Hon er nakað so óvanligt sum ein transpersónur við fullskeggi.

 

Russland, ið ikki er beinleiðis kent fyri at verða homovinarligt, hevði, saman við nøkrum øðrum londum, savnað undirskriftir til tess at forða fyri at senda Grand Prix vegna Conchitu Wurst.

 

Conchita segði tó við fjølmiðlar, at hon tekur tað púra róligt og heilsaði, at hon dagliga arbeiðir hart sum kvinna, men í frítíðini er ein dovin ungur drongur sum eitur Tom.