Skeel er aftur í HB

Áleyparin skiftir úr B36 og heimaftur til HB.

Jógvan Skeel Nolsøe, sum seinastu tvey árini hevur spælt við B36, vendir nú heimaftur til HB. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari í kvøld.


25 ára gamli áleyparin skifti úr AB til B36 í 2016, men hevur annars áðrenn tað spælt við HB. Í AB skeyt hann 12 mál, og í B36 bleiv tað til átta mál.


HB skrivar eisini á heimasíðuni, at sáttmálin er longdur við Aron Clementsen. Hann spældi í fjør við næstbesta liðnum, men fekk ein hálvleik á besta liðnum.