Skechers hevur stóra framgongd

Tað eru nógvir pengar at tjena í Skechers-skógvum, sum eisini verða seldir í Føroyum.

Sports Connection Holding ApS, sum er heilsøla í Bramming í Danmark, hevur eina góða forrætning við at selja vælumtókta amerikanska skógvamerkið, Skechers.

 

Í roknskapi, sum júst er almannakunngjørdur, sæst, at fyritøkan tjenti yvir 30 miljónir krónur í 2017, og úrslitið í ár verður eftir øllum at døma ikki verri.

 

Fyritøkan hevur nevniliga umboðið upp á Skechers-skógvar í Skandinavisku londunum, veit Jydske Vestkysten - www.jv.dk - at siga.

 

Bruttoinntøkan hjá Sports Connection Holding ApS vísir eina framgongd á 52 prosent og var í 2017 heilar 61 miljónir krónur. Avlopið setti met í 2017 við 25,5 miljónum krónum eftir skatt.

 

Í fyritøkuni upplýsa tey ikki umsetningin, men sambært stjóranum og høvuðseigaranum, Peter Jørgensen, vaks umsetningurin í farna ári við stívliga 25 prosentum.

 

- Vit royna at hava bæði beinini á jørðini, men tað er greitt, at úrslitið fyri 2017 er betri enn nøktandi, sigur stjórin.

 

Sport Connection Holding ApS hevur í næstan 14 ár samstarvað við Skechers í USA, men tað er serliga seinastu árini, at sølan av vælumtóktað skógvamerkinum er vorðin so stór.

 

Skechers er heimsumfevnandi fyritøka við høvuðssæti í Los Angeles í USA, og fyritøkan er eisini skrásett á keypsskálanum í New York.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað eru handlar í Føroyum, sum selja Skechers. Í onkrum handli er skógvamerki ein partur av útboðnum millum onnur merki, og í onkrum øðrum handli er Skechers høvuðsmerki.