Hondbóltur ? kvinnur
Tað átti ikki at veri hin stóri ivin um úrslitið, tá Stjørnan á heimabeiti tók ímóti StÍF í framskundaða dystinum mikukvøldið.
Talan var um dyst millum liðið, sum av teimum flestu hevur mett sum tað sterkasta eftir VÍF, og so uppflytararnar av Strondum, sum í løtuni eru niðast á stigatalvuni.
Onkur tekin hava tó verið um, at Stjørnan í løtuni ikki er so heilt flúgvandi, sum hon hevur verið fyrr í ár. Í Coca-Cola kappingini skuldi umdystur til, áðrenn tær fingu bast júst STÍF, og sunnudagin vóru tær fyri tapið í Vági.
Meira enn lótir
Og at hesi hálv-vánaligu úrslitini vóru annað enn bara lótir, varð eisini meira ella minni staðfest í KÍ-høllini.
Gaman í vann Stjørnan dystin, men talan var langt í frá um nakað sannførandi avrik, og gloppið upp til spælið, sum tær hava víst fyrr í ár, var kilometra-høgt.
Leikarahópurin telur tríggjar av frægastu útlendsku leikarunum í Føroyum, og á føroysku síðuni teljast fýra leikarar í nýggja landsliðshópinum, men tað er ikki á pappírinum, at dystir verða vunnir. Tað er á vøllinum, og her var munandi meira vilji í avrikinum hjá gestunum.
Kanska eggjaðar av góða avrikinum á heimavølli móti Stjørnuni fóru StÍF hugagóðar undir uppgávuna, og tað stóð eisini skjótt greitt, at hetta á ongan hátt fór at verða fullkomuliga ógjørligt.
Heimaliðið hevði kanska munin størsta partin av dystinum, men stórur var hann ongantíð. Eini trý má, tá hann var mestur, og fleiri ferðir stóð púrasta javnt.
Hvussu ávirkar steðgurin?
Tað eydnaðist tó Stjørnuni at vinna dystin, tá Beinta Klakstein í seinasta minuttinum enn eina ferð legði tær framum, men tað fær ikki skert tann veruleikan, at skal Stjørnan halda fast um silvurmerkini, so skal okkurt munagott til. Kanska eru nakrir frígdagar júst tað, sum skal til, og kanska er Stjørnan eitt nýtt lið eftir jól. Svarið má bíða nakrar vikur, men at okkurt er at tosa um, er so einki at ivast í.
Kemur frítíðin væl við hjá Stjørnuni, so man støðan nærum vera hin øvugta hjá StÍF. Tær hvødu eina tunga byrjan upp á árið, men stríðsviljin hevur alla tíðina verið góður, og tó at stigini enn ikki eru so nógv í tali, so er leiðin til hesi vorðin alsamt styttri.
Megna tær at varveita positivu gongdina inn í nýggja árið, er einki at ivast í, at vælk meira ferð kemur á stigasavnanina.
Dysturin í tølum
Stjørnan-StÍF 21-20 (10-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Joan M. Joensen 8, Ragna Andreasen 4, Simona Dziugyte 3(1), Beinta Klakstein 2, Andrijna Milodanovic 2, Bára Skála 1, Anna Kristina Samson 1
StÍF: Ileana Manolescu 11(4), Alina Olaru 4(1), Poula D. Olsen 2, Anna B. Danielsen 2, Anna Maria Berthelsen 1
Brotskøst: Stjørnan 2, StÍF 7
Útvísingar: Stjørnan 3, StÍF 1
Dómarar úr Tjaldur/Stjørnuni: Trúgvi Mortensen & Carstein Andersen.