Eydnan var í vikuni við einum manni, sum var til handils í Keypssamtøkuni í Hoyvík. Maðurin keypti sær ein skaviseðil frá Dansk Tipstjeneste í kioskini, og áðrenn hann visti av, var hann vorðin eina millión ríkari.
Vil verða dulnevndur
Vit hava tosað við mannin, sum vann milliónina, men hann hevur ikki hug til at standa fram alment. Hann váttar tó, at hann hevur skavað seg til eina millión, men vil ikki gera aðrar viiðmerkingar.
Finn Nielsen, stjóri í Føroya Keypssamtøku, sigur, at tá ið talan er um vinningar oman fyri 10.000 krónur, fer útgjalding av vinningi ikki fram í handlinum, og tí vita tey í FK einki um, hvør vinnarin er.
- Eg kann tó vátta, at Dansk Tipstjeneste hevur sett seg í samband við okkum og boðað frá, at ein skaviseðil við milliónavinningi er seldur her hjá okkum. Vit fáa í næstum eisini eina plakat sendandi úr Danmark, sum kann vísa viðskiftafólkum okkara, at eitt av viðskiftafólkum okkara hevur skavað seg til eina millión í handlinum, sigur Finn Nielsen.