Tað almenna fekk væl meira inn í skatti í fjør í mun til 2009, men kortini kom nakað minni inn enn í metárinum 2008, vísir fyribilsuppgerðin fyri 2010. Í 2010 komu góðar 5,7 milliardir krónur inn í skatti og er tað 256 milliónir krónur meira enn í 2009. Hetta er ein vøkstur upp á 4,7%.
Meira enn helmingurin av skattinum er inntøkuskattur á lønir, kapitalvinning, feløg o.l. Vøksturin í inntøkuskattinum var 4,8% í 2010 og er hann nú á sama støðið sum í 2008.
Hin stóra skattainntøkan er avgjøld á vørur og tænastur. Bæði í 2008 og í 2009 minkaðu avgjaldsinntøkurnar, men í 2010 var ein vøkstur uppá 5,5%. Tær eru tó framvegis 200 milliónir krónur minni enn í 2007.
Kravd sosial tryggingargjøld eru um 10% av skattainntøkuni og eru um 600 milliónir krónur. Hetta eru inngjøld til samhaldsfasta eftirlønargrunnin, Arbeiðsloysisskipanina, Barsilsskipanina og Heilsutrygd.
Frá 2004 til 2008 var føroyska skattatrýstið javnt vaksandi og var tað 44,7% av tøku bruttotjóðarinntøkuni í 2008. Síðan er tað fallið eitt sindur aftur, og er nú um 43%.
Danska skattatrýstið er væl hægri enn tað føroyska og íslendska. Danska skattatrýstið hevur verið um 50% men er fallið seinastu árini og er nú 48,3%. Í Íslandi hevur skattatrýstið verið javnt vaksandi síðan 2002 og hevur ligið yvir tí føroyska seinastu árini. í 2010 var skattatrýstið 44,1%.