Summar mánaðir í ár hava vit fingið meira inn, enn vit fingu í fjør, men aðrar mánaðir hevur inntøkan verið lægri. Tølini eru als ikki alarmerandi, og samanlagt er talan um eini tvey prosent minni skattainntøku, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hall er á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2005, men sambært borgarstjóran verður ikki alt, sum pengar eru settar av til í ár, framt í hesum árinum.
Enn eru nakrir mánaðir eftir, so tað kann verða, at minkingin í inntøkuni verður minni, enn hon hevur verið higartil, sigur borgarstjórin
Arbeiðið at gera fíggjarætlan fyri 2006 er byrjað.