Nú fleiri umboð úr báðum andstøðuflokkunum í Tórshavnar býráð, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, boða frá í fjølmiðlunum, at teir vilja arbeiða fyri, at skattaprosentið skal setast niður í fíggjarætlanini 2013, so hevur sitandi meiriluti millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin fyri langari tí síðani bæði samtykt og fráboðað, at skatturin lækkar í 2013.??
Tað var nevniliga soleiðis, at tá ið landsstýrið, ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum í Føroyum, ikki røkti hesa uppgávu til lítar, so tók Tórshavnar kommuna, í 2009 á seg at útvega fleiri nýggj ellis- og røktarheimspláss í kommununi, tí tørvurin hjá borgarunum er so ovurhonds stórur. Hetta var ein stór íløga, afturat øðrum stórum íløgum, sum kommunan hevði í gerð.??
Tá ið so fíggjarætlanin fyri 2010 varð løgd, varð avgerð tikin um at hækka kommunuskattin við 1% til at útvega fleiri nýggj røktarheimspláss. Dentur varð lagdur á, at neyðugt varð at hækka skattin við einum prosenti ið varð eyðmerkt einans til eldraøkið.??
Tí setti býráðið sær fyri at byggja røktarheim, nevnt Boðanesheimið, til 64 fólk yviri við Strond. Og nú Boðanesheimið væntandi verður tikið í nýtslu seinni í árinum, og verkætlanin sostatt er liðug, skal skatturin sum fráboðað sjálvandi setast niður aftur. ??
Men síðani er tað so hent, at sitandi samgonga í Løgtinginum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, hevur játtað flatskatt, ið gevur skattalætta til tær størru inntøkurnar. Tí eigur at verða kannað, hvussu 1% skattalækkingin í kommunuskattinum í 2013 kann koma teimum lágu inntøkunum til góða. Kannað verður, hvørji møguleikar eru innan kommunuskattin, sum kann koma teimum lønmóttakarum, ið ikki fingu gleði av flatskattinum, til gagns. Ynskiligt er eisini, at hart sperdu barnafamiljunar fá ein skattalætta og hetta kann gerast uppá fleiri hættir t.d. við hægri barnafrádrátti. Hesum fara vit at arbeiða við, nú fíggjarætlanin fyri 2013 verður gjørd. ??
Soleiðis er lagamanni hjá andstøðulimum at boðað frá, at teir fara at arbeiða fyri skattalætta, tá ið sitandi meiriluti millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin longu hevur samtykt og boðað frá hesum, nú setningurin við at útvega 64 nýggj røktarheimspláss er náddur. ?