Skatturin hjá Óla

Á skatturin, skatturin, eitur nýggj bók, sum nú er komin á marknaðin. Men hóast heitið kundi bent á eina kærleikssøgu av onkrum slag, so er talan tó um meira kontant og ítøkilig virði

Útgáva

Talan er nevnliga um útgávu hjá frá Charles Adams, sum er professari í skattsøgu og serfrøðingar í altjóða skattarætti.
Bókin snýr seg fyrst og fremst um skattin sum hugtak. Hvussu hesin er íkomin søguliga og ? ikki minst ? hvussu hesin ávirkar samfeløgini á ymsan hátt.
Aðra staðni hevur bókin fingið sera góð ummæli, og er tað enntá sagt, at Charles Adams við hesum hevur framt eitt ómøguligt bragd. Nevnliga at gera søguna um skatt til áhugaverdan lesna.

Tað er Óli Breckmann, sum hevur týtt bókin, men hóast hann og Adams kanska ikki hava ólíkar áskoðanir um skatt, so heldur hann ikki, at hetta hevur eggjað honum til at fara undir arbeiðið.
- Maðurin er jú vísindamaður, og tí arbeiðir hann út frá nøkrum givnum kriterium, sum hann hevur sínar grundgevingar fyri.
- Kanska er hann eisini ávirkaður av sínum forfedrum í so máta, tí eg meini, at hann er av jødiskum uppruna.
- Jødarnir hava eisini í hesum sambandi eina sera sentrala og forvitnisliga skattsøgu. Eina søgu, har tey ferð eftir ferð verða skrædlað í skatti, rikin út í næsta land fyri síðani at verða skrædlað einaferð afturat.
- Tað haldi eg hevur ávirka høvundin í hansara áskoðan á rímiligheitina í skatting, men talan er framvegis um eitt verk, sum er vísindaliga væl frágingið, leggur Óli dent á.
Óli vísir annars á, at júst hetta við proportionalitetinum í skattinum ? rímiligheitini ? er nakað, sum Adams gevur stóran ans.
- Hann hevur eina ógvuliga filosofiska tilgongd til hetta, og hugleiðir hann nógv um, hvussu rímiligheitin kann mátast og ikki mátast.
- Júst hesum viðvíkjandi hava vit báðir kanska eins áhugamál, men tað eru sum so ikki hesi, ið hava fingið meg at fara undir arbeiðið. Tað hevur bara verið persónligur áhugi ? og ikki politiskur ? sum hevur fingið meg at fara undir týðingina. Sjálvur helt eg í øllum førum, at hetta var góður lesnaður, og at tað loksins var gjørligt at fáa hetta slag av upplýsing, sigur Óli Breckmann.
Hann leggur aftur, at hann fekk púra fríar teymar, tá bókin skuldi umsetast, men at hann kortini ikki hevur tikið nøkur føroysk viðurskifti við í sjálvari bókini.
Bíleggingarseðlar til bókina eru helst komnir flestu húskjum í hendi, og kostar hon 190 krónur umframt vanligt postgjald.