Skatturin

Nú lækkan av blokkinum er fyri framman, kunnu nógvir spurningar verða settir viðvíkjandi skattinum.

 

Peningur skal av landskassanum nýtast til íløgur, sosialhjálp, pensiónir ??. og so skal peningur latast til eitt nú kirkjuyvirtøkuna eisini ella hvussu?

Nei, her er einki sett av á komandi fíggjarlóg. Tað sum skattgjaldarin fær sum gávu fyri sína nationalu hugsjón, er enn meiri skattur.

Kundi kirkjan ikki heldur verið yvirtikin tá ið fullveldi verður veruleiki; um hetta so verður nakrantíð ! Er tað ikki líkamikið um kirkjan er yvirtikin ella ikki, eg meini, prestsins prætikur eru minst líka góðar, og á føroyskum málið eisini, sum tær altíð hava verið, um so kirkjan er donsk ella føroysk.

Nú er spátt okkum skattgjaldarum, at kirkjuskatturin skal meiri enn tvífaldast! Hvat kunnu fylgjurnar ikki vera av hesum, er ikki vandi fyri at kirkjulimirnir fara, at fækka tí teir orka ikki meiri skatt?

Landstýrið hevur í hvussu er í fleiri førum sagt, at skatturin er ov høgur, ella kanska tað er skeivt at siga, at landstýrið hevur funni útav hesum. Formaðurin í fólkaflokkinum skal partvís kanska hava æruna av hesi, fyri landstýrinum, ótrúligu avdúking, at skatturin í Føroyum er ov høgur ! Ein kundi bara ironiskt spurt, nær ætlar fólkaflokkurin at gera nakað við hetta ? Skal hetta bert vera ein agitation frammanundan valinum og so burturgloymast?

Kanska vóru vit ógvuliga nær einum vali, síðst í hendan avdúkingin kom frá fólkaflokkinum, um ov høgan skatt. Fólkaflokkurin skuldi so verið tann, ið fyrst fær at vita, nær eitt val verður.

Hvat ætlar hesin fíggjarmálaráðharrin? Er ikki nokk av skatti at gjalda frammanundan?

Eg má siga, at tað tykir mær sera løgið, at geva fólki tað fatan, at loysnin uppá allar trupulleikar er at skerja blokkin sum mest, tí tá verður meiri peningur hjá landskassanum at brúka til alt, ið hann skal brúka pening til.

Eitt eri eg vísur í, at eg finni ikki ein einasta skattgjaldara í Føroyum, ið tekur undir við sjónarmiðnum hjá fullveldislandsstýrinum um, at bert tú lækkar tína inntøku nóg nógv, hevur tú meiri pening um hendur, til alt í vit nú brúka pening til.

Nei, gevist við hesum tosinum um at lækka blokkin, fái heldur samfelagið at fungera væl við øllum skipanum so sum, sosialhjálp, pensiónir, eldraøkið, skúlaøkið ?.., dagførdar og síðani kann tosið um at lækka blokkin byrja.