Skattaskipanin hevur nógv at siga fyri áhugan at seta pening í nýggjar fyritøkur, serliga har váðin er stórur.
Skattareglurnar eru mangan til ampa hjá íverksetarum, ið vilja vaksa skjótt um virksemi sítt. Tí skulu íverksetarar, ið stremba eftir skjótum vøkstri, fáa skattalætta, sum gevur teimum møguleika til tess. Somuleiðis skal íverksetarum standa í boði eina íverksetarauppsparingskonto til egið virki.
Spara saman til egið virki
Í londunum rundan um okkum hevur uppsparingskonto til íverksetarar, har innskotið kann dragast frá í skattinum, verið ein gongd leið at ganga, fyri at økja um áhugan hjá íverksetarum at spara saman til egið virki. Uppspardi peningurin kann nýtast til rakstrarútreiðslur sum t.d. lønir, men eisini til at keypa vørur, innbúgv og annað, sum krevst til at stovna egið virki.
Virðisbrævaoptiónir
Tað sum eyðkennir nýggjar fyritøkur er manglandi kapitalur og tøvurin eftir neyðugu leiðsluni og marknaðarføringini til at skunda undir vøkstur av nýstovnaðu fyritøkuni. Karmar skulu tí skapast fyri, at íverksetarar kunnu løna lyklapersónum við partabrøvum. Endamálið við hesum er, at tað skal gerast lættari at fáa fólk til nýstovnað virki.
Lønar íverksetarin lyklapersónum við partabrøvum tey fyrstu árini, eigur hetta ongar skattligar avleiðingar at fáa, tá ið partabrøvini verða handað. Í staðin eiga tey at verða skattað tá sum vanlig partabrævainntøka, tá ið tey verða seld.
Hetta fer, at gera tað munandi lættari hjá nýstovnaðum virkjum at seta lyklapersónar í leiðandi størv innan leiðslu, sølu og marknaðarføring.
Tað er ikki av ongum, at OECD nevnir skattaviðurskiftir, sum eitt lyklaorð fyri um íverksetan í einum landi eydnast ella ikki.