Skattlig viðurskifti

Íverksetan: Strategibólkurin fyri íverksetan mælir til, at skattaskipanin í Føroyum verður lokkandi fyri íverksetarar. Mælt verður til, at skattligu karmarnir verða gjørdir lagaligari, eins og skattligu karmarnir kring virðisbrævaoptiónir eisini gerast lagaligari.
Bólkurin vísir á, at skattaskipanin hevur nógv at siga fyri áhugan at seta pening í nýggjar fyritøkur, serliga har váðin er stórur.
Skattareglurnar eru soleiðis mangan til ampa hjá íverksetarum, ið vilja veksa skjótt um sítt virksemi. Tí skulu íverksetarar, sum stremba eftir skjótum vøkstri, fáa skattalætta. Íverksetarar skulu eisini fáa í boði eina serliga uppskaringskonto – at spara upp til egið virki.