Skattatrýst valdast

Fíggjarmálastýrið finst at útrokningarháttinum í eini frágreiðing frá grannskoðanarfelagi, sum sigur føroyska skattatrýstið vera hitt hægsta í Europa

Talfrøði

Fyri stuttum staðfesti grannskoðanarfelagið, Rasmussen & Weihe, at føroyska skattatrýstið er hitt hægsta í Europa, og tað vóru sjálvandi tíðindi, sum bæði kundu nýtast og misnýtast í valstríðnum, sum nú er um at koma í hæddina.

Ymsir roknihættir
Í síni frágreiðing staðfestir Rasmussen og Weihe, at føroyska skattatrýstið er 40,1%, tá tosað verður um eina inntøku á 250 tkr. 48,1% fyri eina inntøku á 500 tkr., og 50% tá inntøkan er 750 tkr.
Orsøkin til, at Fíggjarmálastýrið nú finst at hesum tølum, er sum so ikki, at tey eru skeiv, men tí tey meta, at skattatrýstið ikki einvíst sýnir, í hvønn mun tað almenna krevur inn frá borgaranum. Ivaleyst eitt sjónarmið, sum mong ikki eru so heilt ósamd í, men sum hinvegin ikki hevur tað stóra at gera við arbeiðinum hjá eini grannskoðanarfyritøku, har útrokningar av skattskyldugari inntøku og skatturin av hesi eru týðandi partar av arbeiðsøkinum.
Fíggjarmálastýrið hevur í so máta helst onnur fyrilit at taka, og í teirra viðmerking verður ført fram, at tá skattatrýst í ymiskum londum verður sammett, verður aloftast roknað soleiðis, at samlaðu skattirnir og avgjøldini verða settir sum lutfall av bruttotjóðarúrtøkuni.
Í tíðindaskrivi staðfestir fíggjarmálastýrið, at hesin útrokningarhátturin gevur fylgjandi úrslit, um Føroyar verða samanbornar við nøkur av ES-londunum fyri inntøkuárið, 2000.

Land% av BTÚ
Svøríki54
Danmark49
Finland47
Føroyar46
ES tilsamans42
Týskland38
Stórabretland37

Hartil sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivinum, at síðani 2000 er skatta- og avgjaldstrýstið lækkað, soleiðis at tað í 2002 er 44% av BTÚ.