Skattaskipan meiri etisk enn alkohol

John Johannesen fílist at tingfólki, at tey royna at gera málið um at bryggja sterkt í Føroyum til eitt etiskt mál. – Fyri meg er skattaskipanin meiri etisk, enn um Føroyar Bjór sleppur at bryggja sterkari øl, sigur formaður Javnaðarfloksins á tingi

Í viðgerðini av uppskotinum hjá Tjóðveldi saman við Kára á Rógvi um at bryggja sterkt í Føroyum, høvdu fleiri á munni, at samgongan átti at standa sum ein maður og fella uppskotið.
Men John Johannesen gjørdi greitt, at eingin skuldi siga honum, hvussu hann skal atkvøða.
- Nú er tað soleiðis, at hetta málið ongantíð hevur verið umrøtt í samgonguni yvirhøvur. Eg legði bara merki til, at ein landsstýrismaður var á røðarapallinum og segði, hvussu Tingið fór at atkvøða, og tað undrar meg, tí ein og hvør tinglimur stendur jú bara til svars fyri seg sjálvan og sínar veljarar, sigur John Johannesen.
Hinvegin sigur hann tað vera rætt, at tá man er í einari samgongu, kunnu fólk seta seg niður og kjakast um ávís mál og avtala, um atkvøðast ska fyri ella ímóti. Men hann slær fast, at hetta málið hevur ikki verið fyri í samgonguni.
John Johannesen er líka avgjørdur, tá onkur vil gera uppskotið til eitt etiskt mál.
- Tá onkur vil føra fram, at tala er um eitt etiskt mál, so keypi eg tað als ikki, tí fyri mær eru etisk mál ikki bara tað, sum snýr seg um alkoholprosent og tað, sum annars er niðanfyri beltið, als ikki, sigur John Johannesen.
Etisk mál eru í hansara verð nógv meira fíggjarlógin, hvussu virðini í samfelagnum verða býtt, hvussu fiskivinnupolitikkurin verður lagdur til rættis, hvør hevur atgongd til tilfeingið í samfelagnum, hvussu skattaskipanin verður skrúvað saman, skal sparast hjá fyritíðarpensjónistur, skal sparast i stuðlinum til uppihaldspening og so framvegis.
- Tað eru etisk mál í mínari verð, og ikki um Føroya Bjór sleppur at bryggja eina sterkari øll ella ei, sigur John Johannesen.

Viðgerðir avgera
Hinvegin hevur hann onga støðu til, um málið endar í trivnaðarnevndini, sum onkur mælti til, ella í vinnunevndini, soleiðis sum uppskotið leggur upp til.
- Tað er nakað, sum løgtingsformaðurin einsamallur ger av, so tað kann gera tað sama, hvørja støðu eg havi til tað. Men tað sum eg vil undirstrika er, at eg keypi ikki longur grundgevingina um etisk mál, tí hetta er eitt mál akkurát sum onnur mál, og í mínari verð hevur tað minni etiskan týdning, enn til dømis skattaskipanin, sigur John Johannesen.
Men sjálvt um John Johannesen ikki hevur fingið boð um, hvussu hann skal atkvøða, vil hann ikki siga, hvør hansara støða er í hesum málinum.
- Eg haldi, at tað er ein óskikkur at boða frá framman undan einari viðgerð, hvussu man fer at atkvøða, tí tað eru ymisk viðurskifti undir einari viðgerð, sum kunnu lýsa eitt mál, so til ber at taka støðu. Tað er væl tí at tríggjar viðgerðir eru í Tinginum, og løgtingsnevndar viðgerðir ímillum, sigur John Johannesen.
- Vóru hesar viðgerðir ikki, var væl heldur eingin orsøk til at hava eitt løgting, so kundi landsstýrið bara sjálvt tikið avgerðirnar, sigur John Johannesen.