Skattaprosentið í Havn má hækka

KOMMUNUSAMANLEGGING Koma Vestmanna og Kvívik upp í Tórshavnar Kommunu, verður tað neyðugt at hækka skattaprosentið, staðfestir Jan Christiansen, býráðslimir

- Koma Vestmanna og Kvívik upp í Tórshavnar Kommunu, verður tað ein dýr søga fyri havnarfólk.
Tað staðfestir Jan Christiansen, býráðslimur í Havn.
Nú talan hevur verið um at leggja kommunur saman, hevur nógv verðið tosað um at leggja Kvívík og Vestmanna afturat Tórshavnar Kommunu.
Tað hevur verið mest sum góðikið, at soleiðis verður og borgarstjórin í Havn hevur alment boðað frá, at hann dugir ikki at síggja, hvat skuldi verið í vegin fyri tí.
Men Jan Christiansen heldur, at tað er nógv, sum er í vegin fyri tí.
- Eg eri ikki so heitur fyri at leggja Vestmanna og Kvívík afturat Tórshavnar Kommunu, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann er als ikki einsamallur í Tórshavnar Býráði um hetta sjónrmiðið.

Skatturin upp
Jan Chtistiansen vísir á, at tað er rættiliga stórur munur á fíggjarligu viðurskiftunum hjá Havnini og Vestmanna og Kvívík.
Men verða kommunurnar lagdar saman, skal tann fíggjarligi ójavnin javnast, so at øll kommunan er javntsett.
Men tað verður ein útjavning, sum verður dýr fyri havnarborgarar, staðfestir hann.
Eitt, Jan Christiansen vísur á, er, at Í Vestmanna er kommunuskatturin heilt uppi á 23% og í Kvívík er tað 21%.
Í Havn er skattaprosentið 20,75%, men samgongan í Tórshavnar Býráð hevur boðað frá, at tá ið ellisheimið, Boðanesheimið, er liðugt, skal skatturin í Havn niður á 19,75%.
- Verða Kvívík og Vestmanna løgd upp í Tórshavnar Kommunu, verður sjálvandi talan um eitt og sama skattaprosent í allari kommununi.
Samstundis hava vit ein barnadrádrátt í Havn upp á 5000 krónur fyri hvørt barnið, men í Vestmanna og í Kvívík er hann 4000 krónur.
Jan Christiansen staðfestir eisini, at Vestmanna og Kvívík hava eina nettoskuld upp á 52 milliónir krónur, sum skal leggjast afturat skuldini hjá Tórshavnar Kommunu.
Og at enda staðfestir hann, at verða Kvívík og Vestmanna lagdar afturat Tórshavnar Kommunu, skulu allir borgarar í kommununi sjálvandi hava somu tænastur.
- Tí er tað sjálvsagt, at ókeypis bussleiðin eisini fer at fevna um Kvívík, Stykkið, Leynar, Skæling. Válin og Vestmanna og tað verður ikki bíligt, tí hon kostar skattaborgarunum í Havn yvir 20 milliónir, longu sum nú er, sigur býráðslimurin.
Jan Christiansen er tískil komin til ta niðurstøður, at skal talan verða um samanlegging ímillum Vestmanna, Kvívík og Havnina, verður talan um eina rættiliga stóra eyka útreiðslu hjá Havnarborgarum.
Tað er í øllum førum púra greitt fyri mær, at so verða vit noydd at hækka skattaprosentið í Havn.
- Eg haldi, at skatturin í Havnini er ivaleysa høgur, so tað smakkar mær illa at leggja fleiri fíggjarligar byrðar á havnarfólk, leggur hann afturat.

5000 fólk

Jan Christiansen heldur, at verða Vestmanna og Kvívík løgd afturat Tórshavnar Kommunu, verður kommunan so víðfør, at tað er ringt at fáa eyga á nakra skilbót fyri kommunuraksturin.
Skulu kommunur verða lagdar saman, mátti tað verið meiri nátúrligt at javna út ístaðin fyri at økja um munin.
Tí hevði eg skilt tað betri, verða Vestmanna og Kvívík løgd afturat Vágum, tí so fáa vit eina vesturkommunu við 5000 fólkum.
Tað er tað saman sum Klaksvíkar Kommuna.
- Verður Vágar ein kommuna einsamøll, verður talan um eina lítla kommunu upp á 3000 fólk og eg ivist í, hvussu burðardygg hon verður, skal talan verða um at leggja fleiri øki undir kommunurnar at umsita.
- Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst fyrimun við at leggja Vestmanna og Kvívík upp í Tórshavnar Kommunu.
- Kommunan veksur nógv í vídd, men eg veit ikki, hvat vit skulu brúka tað til, leggur hann afturat.
Tvørtur ímóti verður tað ein stórur fyrimunur fyri Vestmanna, sum hevur stóra skuld at dragast við.
Jan Christiansen sigur, at hetta er eitt mál, Tórshavnar Kommuna má taka støðu til og tí skal tað verða tikið upp í býráðnum í heyst at vita, hvørja støðu, býráðið hevur.