Skattaoyggin á Torginum í SMS

Mikudagin 15. juni letur Spælilandið á Torginum upp.

 

Kl. 16 verður okkurt leskiligt at fáa.

 

Summarframsýningin á Torginum er blivið til eitt afturvendandi tiltak, sum bæði børn og vaksin altíð taka sera væl ímóti.  

 

Tað er tó ikki bara ein framsýning, tí í ár eru sjórænarar komnir á vitjan, og á Skattaoynni hjá teimum er ein rúgva av tiltøkum. Haraftrat ber til at fara á skattaveiðu hvønn dag.

 

Skattaoyggin verður á Torginum fram til ólavsøku.