Skattamálið: Nú liggur tað hjá løgfrøðingunum

Løgreglan hevur móttikið eina melding av Betribanka

BetriBanki er meldaður til løgregluna, upplýsa tey av kriminaldeildini hjá løgregluni í dag. Støðan júst nú er tann, at løgfrøðingar hjá løgregluni kanna málið og taka støðu til, um málið skal roynast í rættinum. 

 

 

Tað er rúgvismikið tilfar, og tí dugir Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni ikki at siga, nær ein niðurstøða kann væntast frá løgfrøðingunum. 

 

 

Vanliga, tá ið mál av slíkum slag verða meldað, so er tað Taks, sum verður nýttur sum serfrøðin á økinum. Hesaferð er tó ivasamt, um aðrir serfrøðingar skulu við í leikin eisini. Løgreglan hevur møguleika at venda sær til serligu deildina hjá løgregluni í Danmark, fyri fíggjarligan kriminalitet. Eisini kann hugsast, at løgreglan vendir sær til danska skattavaldið. 

 

 

Men Taks verður ein partur av málsviðgerðini so ella so, hóast Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sama dag, sum niðurstøðan hjá Bárði Larsen kom fram, segði við miðlarnar, at hann ikki helt nakað villleiðandi var farið fram.