Skjøl, sum verða prentað í Vikuskiftis Sosialinum í dag prógva, at leiðslan í Eik helt týðandi upplýsingar aftur, tá ið tey vendu sær til Taks í samband við skattamálið.
Vit hava fingið hendur á skrivið, sum Eik sendi til Taks, eftir at nevndarlimir áløgdu nevndini at senda málið til Taks til avgerðar.
Fundarfrásagnir frá nevndini í Eik, sum Sosialurin hevur fingið hendur á vísa, at nevndarlimir bóu leiðsluna spyrja Taks eftir, tí Fíggjarligt Støðufesti – saman við grannskoðarum og í samráð við skattamyndugleikarnar í Danmark – gav eitt skjal til TF Holdning, tá ið hesi keypti Eik Banka Føroyar P/F á vári í 2011. Har stóð púra greitt, at tað ikki er loyvt at draga tap frá gamla bankanum frá í nýggja bankanum.
Kortini nevndi Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, ikki eitt orð um skrivið frá Fíggjarligum Støðufesti, tá ið hann vendi sær til Taks. Heldur ikki nevndi hann tað faktum, at Fíggjarligt Støðufesti tók sama tap á seg, tá ið Fíggjarligt Støðufesti yvirtók kollsilgda Eik Banka í oktober 2010. Ein týðandi upplýsing, tí tað ber ikki til at draga sama tap frá tvær ferðir.
Men einki av hesum varð nevnt, tá ið Súni Schwartz Jacobsen skrivaði til Taks. At geva villleiðandi upplýsingar til Taks er ólógligt, sambært føroysku skattalógini:
§ 139. í føroysku skattalógini32) Tann persónur, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villeiðandi upplýsingar at fara eftir, tá ið avgerast skal, um ein persónur er undir skattskyldu ella at nýta, tá ið skattskyldug inntøka ella skattaútrokning verður ásett, verður revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í 2 ár.
2. stk. Er misbrotið framt av stórum gáloysni er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, varðhaldi.
Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin. Í blaðnum kunngera vit fleiri týðandi skjøl í skattamálinum hjá Eik.
Miðlahúsið og Kringvarpið fara komandi vikurnar at varpa ljós á skattamálið hjá Eik.










