Skattamálið: Eik svarar fyrst í desember

– Spurningurin er, hví Eik hevur tørv á at hava yvir tveir mánaðir at svara skattamyndugleikunum aftur.

Skattamálið hjá Eik er framvegis ikki avgreitt. Meðan Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen og kært Sosialin og Kringvarpið, er eingin ivi um, at Eik ikki hevur fingið viðhald frá skattamyndugleikunum í nógv umrødda skattamálinum. 

 

Tað var tann 15. september, at Eik fekk fyribilsniðurstøðuna frá Taks í samband við skattamálið. Vanlig mannagongd er so, at bankin fær tvær viku at svara upp á fyribils niðurstøðuna, og síðani fellur skattamyndugleikin endaliga niðurstøðu í málinum. 

 

Men soleiðis er ikki í hesum máli. Eik hevur biðið um at fáa svarfreistina longda til 1. desember í ár. Tað merkir, at bankin skal hava hálvan triðja mánað til at koma við einum aftursvari til Taks. 

 

Tað er sostatt lítil ivi um, at Eik ikki hevur fingið viðhald í skattamálinum, sum snýr seg um, hvørt Eik hevur rætt til ein skattafrádrátt á 90 milliónir krónur. 

 

Tá ið Taks ivaleyst ikki hevur givið bankanum viðhald, kundi verið áhugavert at frætt, hvør orsøkin er til tað. Er tað tí, at Taks ikki hevur havt førleikarnar til at taka røttu avgerð fyrstu ferð málið var til viðgerðar, ella er orsøkin, at Eik hevur afturhildið týdningarmiklar upplýsingar í málinum - upplýsingar, sum síðani eru komnir fram?

 

Hevur Eik fingið eina bót frá Taks, skal málið roynast í rættinum ella verður tað bert rættað uttan nakað hóvasták? 

 

Alt spurningar, sum føroyingar eftir øllum at døma ikki frætta nakað um, fyrr enn í fyrsta lagi í desember mánaði. 

 

Samstundis kundi verið áhugavert at frætt, hví Eik stevndi Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing átta dagar aftaná, at Eik kendi til fyribilsniðurstøðuna frá Taks. Ein fyribilsniðurstøða, sum eftir øllum at døma gongur í móti bankanum.