Skattamál

Skattatrýstið skal ikki upp. Skatturin skal niður. Tað skal løna seg at arbeiða, og tað skal loysa seg at spara.

Heðin Mortensen

býráðslimur sambandsvalevni til Tórshavnar býráð



Tað skal loysa seg at reka vinnu og skapa virði í samfelagnum.

Skatturin skal verða borin rættvíst. Rættvísi hava vit altíð ráð til; og nú hava vit eisini ráð til ein skattalætta fyri øll.

Arbeiðsinntøka eigur ikki at ávirka avlamis- og fólkapensjón, og hesar pensjónir eiga ikki at verða skattaðar. Tað er skammiligt, um okkara eldru, sum hava skapt øll virði í hesum samfelag, sum vit njóta væl av, á teirra eldru árum skulu brandskattast, tí tey eru virkin og royna at spaða til framhaldandi uppbygging av samfelagnum.

Vit skulu ávirka landsmyndugleikarnar so, at skattliga býtið millum land og kommunu verður broytt til, at kommununar partur verður størri.