Skattalættin til rík øsir

- Fólk grenja ikki, tó at tað er stríggið at fáa endarnar at røkka. Tey halda tað privata inn at skinninum, sigur Karla Einarsson.

- Fólk grenja ikki, tó at tað er stríggið at fáa endarnar at røkka. Tey halda tað privata inn at skinninum og eru ikki so krevjandi. Men, skattalættin til tey ríku øsir fólk, tí hann vendir púrasta øvut.

 

Tað sigur Karla Einarsson, forkvinna í arbeiðarafelagnum Hæddini og stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.

 

Hon hevur verið forkvinna í Hæddini í mong ár. Felagið fevnir um bydirnar í Runavíkar kommunu, sum liggja við eysturarmin á Skálafjørðinum, íroknað Lamba, Æðuvík og Rituvík.

 

Í nógv ár hevur Karla eisini sitið í stjórn Føroya Arbeiðarafelags. Eitt skifti var hon úr leiðsluni vegna sjúku, men kom so við aftur og er framvegis partur av stjórnini.

 

- Mær dámar væl at arbeiða við fakfelagsviðurskiftum, og tað eru eisini onnur enn eg, sum í nógv ár hava verið við til at mynda okkara lokala felag - um enn tey ikki hava verið líka leingi í leiðsluni sum eg.

 

Karla Einarsson fegnast um, at nógv arbeiði er í Runavíkar-økinum, og at limirnir í Arbeiðarafelagnum Hæddini hava nóg mikið at takast við.

 

- Jú, her er nógv virksemi, og ikki minst arbeiða nógvir av okkara limum á Bakkafrosti á Glyvrum og á fiskavirkinum hjá Faroe Origin í Saltangará. Men, vit hava eisini nógv vaskifólk og arbeiðsfólk aðrastaðni kring um í økinum.

 

Hon fegnast um, at pláss eisini er fyri fólki úr øðrum økjum.

 

- Tað eru ikki bara okkara limir, sum arbeiða her í økinum, men eisini nógvir limir úr øðrum feløgum. Nú Bakkafrosti byggir út og upp á sikt ætlar at miðsavna alt sítt virksemi á Glyvrum, vóna vit, at tey, sum í dag starvast á virkjum hjá samtakinum aðrastaðni, eisini fáa høvi at fylgja við, tá teirra arbeiðspláss verða niðurløgd.

 

Karla sigur, at Bakkafrost hevur nógv og støðugt arbeiði til fólkið, og her verður eisini arbeitt í skiftivaktum.

 

- Hetta fyritakssemi hevur alstóran týdning fyri arbeiðandi fjøldina um okkara leiðir, leggur hon aftrat.

 

Hóast fólk hava arbeiði, er tað kortini stríggið hjá arbeiðarafjøldini at fáa endarnar at røkka. Tað er dýrt at keypa, og føstu neyðturviligu útreiðslurnar til olju, el, kringvarpsgjald og matvørur eru høgar.

 

- Tað stríðir ímóti mínari sannføring at veita skattalætta til høgu inntøkurnar, meðan lág-og miðalinntøkur at kalla einki fingu burturúr. Eftir mínum tykki vendir hetta púrasta øvut og hevur skapt eina ávísa øsing. Tað líkar mær heldur ikki, at pensjónir í dag verða forskattaðar, tí tað eftir mínum tykki er við til at máa støðið undan framtíðini.

 

Karla Einarsson vísir á, at arbeiðarafjøldin og tey, sum tjena nógv, keypa í somu handlum, og neyðugu útreiðslurnar til el, olju og ymisk gjøld eru tær somu.

 

- Jú, tað er tungt hjá okkara limum at fáa endarnar at røkka, tó at fólk eru til arbeiðis. Lønarsamráðingar verða aftur næsta ár, men tað vísir seg, at trupult er at fáa nakað upp á lønina sum veruliga munar - tó at vit hava nógvar limir, sum arbeiða á virkjum, ið tíbetur koyra rættiliga væl.

 

Forkvinnan heldur tað vera ótrúligt, at fólk - um man so kann siga - grenja so lítið, sum tey gera.

 

- Eg haldi, at okkara limir royna sum best og halda tað privata nær inn at skinninum. Eitt annað er, at arbeiðarafjøldin helst ikki er so krevjandi, sigur Karla Einarsson, forkvinna í Hæddini og stjórnarlimur í Føroya Arbeiðafelag.