Skattalættin
Skattalættin, sum vit hava fráboðað, fer at geva eini stórari fjøld v føroyingum ein hampiligan trivaligan skattalætta.
Tað sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Men hann sigur kortini, at hann dugir væl at síggja trupuleikan, sum fakfeløgini hava av skattalættanum, tí tað eru ikki tey lægst løntu, sum fáa so stóran fyrimun.
Men hinvegin betala tey við heilt lágari løn, heldur ikki nógvan skatt og Bárður Nielsen heldur, at tað skal eisini vera eitt minstamark fyri, hvussu lítið skal betalast í skatti.
Hann vísir á, at tað eru 12.000 skattgjaldarar sum hava eina løn ímillum 170.000 og 300.000 krónur og hjá teimum ger skattalttin góðan mun.
Sostatt fær ein triðingur av skattaborgarunum ein munagóðan skattalætta.
Hinvegin forvinna 5.700 skattgjaldarar yvir 300.000 krónur um árið. Nakrir av teimum, fáa eisini fyrimun, men tey við teimum heilt høgu lønunum, fáa onki burturúr.
Men eitt, sum tekur nakað av skattalættanum er, at samstundis skulu øll betala eitt sindur meir til tann samhaldsfasta eftirlønargrunnin.
Skal viðgerast nogv meir
Hann vil annars ikki gera viðmerkingar til tað, at eisini limir í samgonguni nú eru farnir at mótmæla skattalættanum.Men hann sigur kortini, at hann dugir væl at síggja trupuleikan, sum fakfeløgini hava av skattalættanum, tí tað eru ikki tær lægst løntu, sum fáa so stóran fyrimun.
? Tað er rætt, at tey, sum forvinna lítið fáa eisini lítið í skattalætta. Men hinvegin betala tey heldur ikki so nógvan skatt
Og Bárður Nielsen heldur, at tað skal eisini vera eitt minstamark fyri, hvussu lítið skal betalast í skatti.
Hann vil annars ikki gera viðmerkingar til tað, at eisini limir í samgonguni nú eru farnir at mótmæla skattalættanum.
? Hetta er eitt uppskot sum skal hava drúgva viðgerð í samgonguni, áðrenn tað verður sett í verk, sigur hann.
Men hann sigur, at uppskotið er snikkað samn sum tað er, fyri at eisini handverkarar, lærarar, sjúkrasystrar, pedgogar og onnur, sum ikki kunnu sigast vera hálønt, somuleiðis skulu fáa nakað burturúr.
Og endamálið er, at løntakarar skulu fáa nakra nyttu burturúr teimum lønarhækkingum, tey fáa, tí tað faá tey ikki sum er. Hvørja ferð, tey fáa fimm krónur í lønarhækking, betala tær næstan tríggjar krónur í skatti og tað kann ikki vera rætt.
Kortini heldur hann, at tað kundi verið eitt gott hugskot at stevnt fakfeløgunum til fundar at greitt teimum frá samanhanginum í skattalættanum
?