Skattalættin á veg

Í fíggjarmálaráðnum verður í hesum døgum seinasta hond løgd á uppskotið til skattalætta, sum samgongan hevur lovað frá fyrsta degi. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið seinni í januar mánað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað í juni í fjør, varð avtalað gjørd um at lækka skattatrýstið við góðum 100 milliónum krónum, næstu tvey árini. Einki uppskot kom kortini um skattalætta fyri jól, og heldur ikki var skattalættin tikin við í viðgerðina av fíggjarlóg fyri 2003. Einasta stað, ið skattalættin sást aftur, var á inntøkusíðuni, har fíggjarnevndin metti avleiddu inntøkurnar av einum komandi skattalætta til 10 milliónir krónur.
Men nú tykist loksins eitt uppskot um skattalætta at vera á veg úr fíggjarmálaráðnum í løgtingið. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at uppskotið er um at vera klárt, og tað verður lagt fyri løgtingið í januar mánað. Skattalættin skal vera galdandi frá 1.januar í ár, og tí kemur uppskotið at galda við afturvirkandi kraft.

Góðar 50 mió
Karsten Hansen sigur, at uppskotið í fyrstu syftu fer at lætta um skattatrýstið hjá lág- og miðalinntøkum. Sum er skal hægsta skattaprosent gjaldast av øllum inntøkum yvir 150.000 krónur. Við verandi skattastiga skulu fólk gjalda 22.020 krónur í skatti av teimum fyrstu 150.000 krónunum, og síðan 37 prosent í skatti av restini. Afturat hesum kemur so kommunuskatturin.
Karsten Hansen sigur, at málið er at hækka markið uppá 150.000 krónur upp í 175-180.000 krónur, næstu tvey árini. Júst hvussu nógv skattaloftið verður lyft í ár, dugur Karsten Hansen tó ikki at siga neyvt enn. Men hann leggur samtíðis afturat, at sambært uppskotinum verður skattatrýstið lækkað við góðum 50 milliónum krónum í ár.
Taka vit sum dømi, at inntøkuloftið, tá tú skalt gjalda hægsta skattaprosent, tvs. 37 prosent av tíni løn til landskassan, verður hækkað úr 150.000 krónum upp í 160.000 krónur, so merkir tað, at gjaldast skulu 1300 krónur minni um árið í skatti av eini inntøku uppá 160.000 krónur.
- Málið er, at ein vanlig arbeiðaraløn skal ikki gjalda toppskatt. Hetta letur seg ikki gera eftir einum ári, men tað er so tað, ið samgongan hevur sett sær fyri, sigur Karsten Hansen. Harumframt ætlar samgongan at lækka marginalskattin, tvs. skattin av síðst vunnu krónu.

Hava ráð til skattalætta
Hóast útreiðslurnar av skattalættanum ikki eru tiknar við í fíggjarlógina fyri 2003, so eru pengar at taka av, sigur Karsten Hansen. Hann vísir á, at yvirskotið á samtyktu fíggjalógini fyri í ár er mett til 240 milliónir krónur, og sostætt eru 90 milliónir eftir, tá avdráttir av skuldini eru goldnir.
Tá fíggjarlógaruppskotið kom aftur úr fíggjarnevndini, var Karsten Hansen ein av teimum, ið segði seg ivast í metingunum hjá nevndin, bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni. Fíggjarnevndin hevði nevniliga bæði mett inntøkurnar hægri enn fíggjarmálaráðið og skorið burturav lógarbundnum útreiðslum hjá landskassanum. Men Karsten Hansen vísir á, at pengar eru til skattalættan, eisini eftir metingunum hjá fíggjarmálaráðnum. Hetta kemst av teimum sparingum, ið fíggjarmálaráðið sjálvt hevur arbeitt við síðan í heyst.