Nú á ársdegnum síðani sitandi samgonga tók við landsins leiðslu, eru tað skattalættin og nýskuipan av fiskivinnuni, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur vera størstu politisku frambrotini.
-At vit fingu givið lág- og miðalløntu ein skattalætta er eitt frambrot, men at vit nú arbeiða við einari nýskipan av einari burðardyggari fiskivinnu er eisini avgerandi, sigur landsstýrismaðurin og formaðurin í Tjóðveldi.
Høgni Hoydal sigur, at tað er torført at taka einstøk mál fram um onnur, men tey bæði nevndu helst eru størsta politisku frambrotini higartil, men á hansara egna øki eru tað semjan um fiskidagarnar og royndaruppboðssølan, sum eru frambrot.
Sitandi landsstýrið tók við 15.september í fjør.










