Ingrid S. Hendriksen
Umboð fyri samgonguna siga at skattalættin ið serstakliga fer til høgtlønt hevur við sær stórar ábøtur í pensiónunum. At avtalaði skattalættin hevur við sær eina hækkan av pensiónunum er ikki rætt. Samgonguflokkarnir sambandsflokkurin, fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin hava nevniliga ikki gjørt nakra avtalu um at hækka almennu pensiónirnar (fólkapensión og fyritíðarpensión) men hava hinvegin undirskrivað samgonguskjal, ið sigur at skatta-lættarnir fyri árini 2005, 2006, 2007 og 2008 eru tengdir at einum sindur øktum inngjaldsprosenti til samhaldsfasta eftirlønargrunnin.
Í hesum sambandi skal verða mint á, at avlamispensiónistar/fyritíðarpensiónistar sambært lóg um samhaldsfasta eftirlønargrunnin ikki hava rætt til nakað útgjald úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum.
Samlaða talið á pensiónistum í Føroyum er í alt 8.060 av hesum fáa 5.985 fólkapensión og 2.075 fáa avlamispensión/fyritíðarpensión. (Kelda árbók fyri Føroyar 2003). 25,7% ella fjórði hvør pensiónistur í landinum onki fíggjarligt ískoyti til sera lágu fyritíðarpensiónina frá samhaldsfasta eftirlønargrunninum og fáa hesir pensiónistar tískil ikki gagn av samhaldsfasta eftirlønargrunninum.
Útgjaldið úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum til fólkapensiónistar hækkar við 200 kr. um mánaðin í 2005. Tær 910 kr. um mánaðin, ið verða goldnar fólkapensiónistunum úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum í 2005 eru eitt stórliga tiltrongt fíggjarligt ískoyti til tær alt ov lágu føroysku fólkapensiónirnar.
Fólkapensión til støk er 6.713 kr. um mánaðin í Føroyum, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 9.327 kr. um mánaðin. Henda pensión er sostatt heilar 2.614 kr. lægri ella 28% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark.
Fólkapensión til gift er einans 5.282 um mánaðin í Føroyum, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 6.832 kr. um mánaðin. Henda pensión er sostatt heilar 1.500 kr. lægri ella 22,7% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark.
Talið á fyritíðarpensión-istum, ið fáa lægstu fyritíðarpensión er 559 og er lægsta fyritíðarpensión til gift einans 4.874 kr. um mánaðin, meðan lægsta fyritíðarpensión til gift í Danmark er 8.021 um mánaðin henda føroyska fyritíðarpensiónin er heilar 3.147 kr. lægri ella 39,2% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark. Henda pensión er einans 28,2% sammett við eina arbeiðaraløn, kelda Arbeiðsloysistryggingin.
Lægsta fyritíðarpensión til støk er einans 6.118 kr. um mánaðin, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 10.516 henda føroyska fyritíðarpensión er heilar 4.398 kr. lægri ella 41,8% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark. Henda pensión er einans 35,3% sammett við eina arbeiðaraløn.
Talið á fyritíðarpensiónistum, ið fáa miðal fyritíðarpensión er 882 og er miðal fyritíðarpensión til gift einans 7.229 kr. um mánaðin, meðan miðal fyritíðarpensión til gift í Danmark er 9.093 kr. um mánaðin henda føroyska fyritíðarpensiónin er heilar 1.864 kr. lægri ella 20,5% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark. Henda pensión er einans 41,8% sammett við eina arbeiðaraløn.
Miðal fyritíðarpensión til støk er einans 8.390 kr. um mánaðin, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 11.588 kr. um mánaðin henda føroyska fyritíðarpensión er heilar 3.198 kr. lægri ella 27,6% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark. Henda pensión er einans 48,5% sammett við eina arbeiðaraløn.
Talið á fyritíðarpensiónistum, ið fáa hægstu fyritíðarpensión er 634 og er hægsta fyritíðarpensión til gift einans 10.125 kr. um mánaðin, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 12.214 kr. um mánaðin henda pensión er heilar 2.089 kr. lægri um mánaðin ella 17,1% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmark. Henda pensión er einans 58,5% sammett við eina arbeiðaraløn.
Hægsta fyritíðarpensión til støk er einans 11.538 kr. um mánaðin, meðan tilsvarandi pensión í Danmark er 14.709 kr. um mánaðin. Henda pensión er heilar 3.169 kr. lægri um mánaðin ella 21,6% lægri enn tilsvarandi pensión í Danmørk. Henda pensión er einans 66,7% sammett við eina arbeiðaraløn. Pensiónsupphæddirnar eru fyri árið 2004, keldur: Almannastovan og Socialministeriet.
Lægsta fyritíðarpensión er so lág, er hon sømir seg ikki fyri eitt sonevnt vælferðarsamfelag sum Føroyar. Lægsta fyritíðarpensión í Føroyum er álík eini fátækraveiting, tí hon røkkur á ongan hátt til lívsins uppihald. Ein giftur fyritíðarpensiónistur, ið fær lægstu pensión, fær einans 4.874 kr. um mánaðin at liva av og svarar hetta til 58.488 kr. um árið.
Í hesum høpi kann verða víst á, at Evropeiska samveldið (ES) nýtir fátækramørk at lýsa liviumstøður hjá borgarunum í limalondunum. ES fátækramørk, ið ofta verða nýtt, áseta, at um so er at fólk framhaldandi/alsamt hava minni í tøkari (disponiblari) inntøku at liva av enn ávikavist 50% ella 60% av medianlønini í avvarðandi landi, liva undir fátækramarkinum (kelda: Socialforskningsinstituttet). Verða nevndu mørk hjá ES viðvíkjandi fátækradømi nýtt fyri borgarar í Danmark fyri árið 2002 var fátækradømi, ið svarar til ávikavist 50% og 60%, 71.000 kr. og 85.200 kr. fyri nevnda ár. Kelda: Social Forskning« desember 2004. Um so er at fátækramarkið er tað sama í Føroyum sum í Danmark, liggur lægsta avlamispensión í Føroyum langt undir nevndu fátækramørkum hjá ES meðan fólkapensión til gifty íroknað útgjaldinum úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum liggur beint omanfyri lægra fátækramarkið hjá ES, og miðal avlamispensión til gift liggur á umleið 60% ES-fátækramarkinum. Staðfestast má, at nevndu pensiónir ið einans eru millum 28,2% og 41,8% av føroysku arbeiðaralønini eru so lágar at fólk, ið einans hava slíkar pensiónir at lívbjarga sælr við, liva í støðugum fátækradømi í »væl-ferðarsamfelagnum« Føroyum.
Samgongan (Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin) hava gjørt sínámillum avtalu um at lata 60 mió. kr. í skattalætta um árið í 2005, 2006, 2007 og aftur í 2008, og verða hesir skattalættar sambært Bárði Nielsen, landsstýrismanni í Fíggjarmálum, serstakliga veittir høgtløntum føroyingum. Í staðin fyri at lata høgtløntum føroyingum stórar skattalættar/fíggjarligar lættar, eigur samgongan at seta sær fyri at fáa lágu almennu pensiónirnar uppá eitt liviligt og sømuligt støði. Alt ov lágu føroysku avlamnispensiónirnar og fólkapensiónin eiga at verða hækkaðar, soleiðis at tær koma uppum fátækra-mørkini hjá ES soleiðs at tær røkka einum støði, ið sømir seg fyri eitt vælferðarsamfelag.