Skattalættin kostaði fyrra hálvár 11,3 milliónir

Fyrra hálvár vóru skattainntøkurnar 1,62 prosent lægri, enn tær vóru fyra hálvár í fjør

Tað sæst aftur á skattainntøkunum, at eitt stig er tikið úr landskassastiganum, og tað harvið er soleiðis, at lægru inntøkurnar harvið rinda minni í landsskatti.

 

Inntøkurnar at skatta av vaksa, og samlaði kommunuskatturin er sammett við fyrra hálvár í fjør øktur við 7,04 prosentum ella 54,35 milliónum krónum. Samlaði kommunuskatturin fyrra hálvár var 826,72 milliónir krónur.

 

Fyribilsskatturin hjá landskassanum var fyrra hálvár í ár 1,62 prosent lægri, enn hann var fyrra hálvár í fjør. Tað svarar til 11,27 milliónir í minni skattainntøku hjá landskassanum. Samlaði landsskatturin fyrra hálvár var 683,22 milliónir krónur.

Tað gongur tó tann vegin, at munurin millum inntøkuna í ár, tá ið sammett verður við í fjør, minkar. Í juni var landsskatturin 1,21 prosent lægri, enn hann var sama mánað í fjør. Í mai var landsskatturin 11,5 prosent lægri, enn hann var í mai í fjør.