Skattalættin ikki bara borgarligur

Løgmaður ásannaði, at tað eru ikki øll í flokkinum, sum eru eins fegin um skattalættan í samgonguskjalinum. Men hann heldur kortini, at skattalættin ikki er so borgarligur, sum fólk vilja vera við. Millum annað tí samgonguavtalan eisini gav eina hækkan til Samhaldsfasta

Landsfundur

Eitt av evnunum, sum longu undan landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum fekk umrøðu, var skattalættin, sum er feldur í samgonguskjalið.
Fleiri vildu vera við, at talan var um borgarligan politikk, so tað forslær, tí skattalættin var mestur hjá høgu inntøkunum. Og onnur hildu tað vera skeivt, at eitt samgonguskjal verður orðað, har skattapolitikkurin verður fastlagdur fleiri ár fram í tíðina, hóast búskaparligu fortreytirnar ikki eru kendar, tá avtalan verður gjørd.
Og serliga hesum seinasta gav løgmaður – sum eisini er floksmaður – viðhald í á landsfundinum.
- Eg eri samdur við teimum, sum siga, at tað er ikki rætt at gera avtalu um eitt nú skattalætta fyri eitt fýra áraskeið, tí búskaparstøðan kann skjótt broytast, og tí skal ein skattalætti avtalast ár um ár. Eitt nú talar búskaparstøðan í dag ikki beinleiðis fyri skattalætta, tí upphitingin er stór, og vit hava undirskot á okkara handilsjavna.
Hinvegin er Jóannes Ejdesgaard ikki samdur í, at tað bert eru høgu lønirnar, sum hava fingið ágóðan av skattalættanum.
- Okkara progressivi skattastigi ger, at lágar inntøkur rinda lægri skattaprosent enn høgar inntøkur. Men ein rindar toppskatt av seinast vunnu krónunum, tá árliga inntøkan fer upp um tað mark, sum er ásett fyri hægsta skattaprosent.
- Tað er eingin loyna, at ein vanlig arbeiðaraløn liggur sera tætt at markinum fyri føroyskan toppskatt og fer helst upp um uttan yvirtíðararbeiði. Velur arbeiðarin at arbeiða eitt sindur yvir, so verður øll yvirtíðin skattað við hægsta skattaprosenti. Og tað er júst hetta, sum skattalættarnir skulu broyta og hava broytt. Lønarvøksturin í sær sjálvum ger tað neyðugt at dagføra skattastigan, tí annars lækkar markið fyri toppskatti. Við skattalættanum fer at bera til hjá lág- og miðalinntøkum at arbeiða yvir uttan at gjalda toppskatt oman fyri 50%. Men hin vegin, so vil ein skattalætti til hesar bólkar altíð merkja, at eisini hægri inntøkur fáa sítt burturúr. Tað er innbygd í sjálva skipanina,

Fingu eisini sítt
Og hartil vísti løgmaður eisini á, at Javnaðarflokkurin eisini fekk sín part, tá avtalan varð gjørd.
- Saman við hesari avtalu gjørdu vit eisini av, at arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin skuldi hækkast við einum fjórðingprosenti frá hvørjum parti hvørt árið tó við hálvum prosenti frá hvørjum parti komandi ár. Hetta hevur m.a. havt við sær, at Samhaldsfasti frá 1. januar næsta ár fer upp um 2.000 kr., um mánaðin. Tá fer ein stakur pensjonistur, sum ikki hevur aðrar inntøkur, at fáa góðar 9.000 kr. um mánaðin og ein hjún, bæði pensjonistar við ongum øðrum inntøkum, góðar 15.000 kr. um mánaðin. Vallyftið okkara var 10.000 kr. fyri tann staka og 16.000 kr. fyri hjúnini, segði løgmaður millum annað á landsfundinum um vikuskiftið.