Fyri fyrstu ferð síðan 1994 kann Javnaðarflokkurin um vikuskiftið halda landsstevnu sum stjórnarflokkur. Eftir eina oyðimarkargongd í andstøðu í góð sjey ár, eydnaðist Javnaðarflokkinum aftur at koma í samgongu eftir løgtingsvalið 20. januar.
Støðan sum stjórnarflokkur fer sambært formanni floksins, Jóannes Eidesgaard, at seta sín dám á landsstevnuna um vikuskiftið.
Breiða mynd
Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at hann í formansrøðu síni ætlar geva eina breiða mynd av støðuni í føroyska samfelagnum í løtuni. Løgmaður sigur, at hann ætlar at tríva í fleiri tættir úr løgmansrøðuni á ólavsøku í ár.
Millum málini, sum løgmaður ætlar at umrøða í formansfrágreiðingini, verða einskiljing, ES og sjálvsstýrismálið
?Einskiljing hevur leingi verið eitt heitt epli hjá Javnaðarflokkinum, og ætlanin hjá mær er at siga mína hugsan um spurningin.
Spurdur, um nógv umrøddi skattalættin hjá ABC-samgongan verður partur av kjakinum á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, svarar Jóannes Eidesgaard, at hann eisini hevur ætlanir at umrøða tann spurningin
?Eg ætli mær at royna at snara spurningin um skattalættan á. Vit hava dugað ov illa at gjørt vart við, at við skattalættanum kemur eisini ein umskipan av pensjónini, sum í nógv ár hevur verið eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum. Politiski prísurin fyri at fáa umskipað pensjónsøkið er skattalættin, og tað mugu vit taka við, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
Áheitan
Kommunuval stendur fyri durum, og formaðurin í Javnaðarflokkinum ætlar at koma við eini áheitan á landsfundinum til allar veljararnar um at standa saman um flokkin.
?Vit mugu royna á kommunuvalinum at gera okkum dælt av støðuni sum stjórnarflokkur, og vit eiga leggja nógv fyri, so Javnaðarflokkurin megnar at vinna nakrar týðandi borgarstjórasessir og fáa meirilutan í kommununum kring landið. Eg havi leingi fýlst á, at vit ikki standa okkum sterkari í eitt nú Havn, tí sammeta vit okkum vi Javnaðarflokkarnar í hinum Norðanlondum, eru Javnaðarflokkarnir vanliga rættiliga sterkir í høvuðsstaðarkommununi, vísir Jóannes Eidesgaard á.









