Árini 2004 til 2008 gav landsstýrið hjá Jóannes Eidesgaard skattalættar, sum hava kostað 382 milliónir krónur um árið.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, í einum svari til ein fyrispurning frá Høgna Hoydal.
Tað var ABC samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum gav hesar skattalættar.
Høgni Hoydal vísir í fyrispurninginum á, at ABC samgonga segði, at skattalættarnir skuldu geva 60 milliónir krónur um ári ? ella tilsamans 240 milliónir krónur.
Høgni Hoydal spyr:
? Hvussu nógv hava skattalættar kostað landskassa og kommunum frá 1998 til 2003?
og
? Hvussu nógv hava skattalættar kosta landskassa og kommunum frá 2004 til 2009?
Jóannes Eidesgaard svara, at var 1998 skattastigin eisini galdandi í 2003 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku uppá 103 milliónir krónur.
Var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009 hevði hetta givið landskassanum eina meirinntøku upp á 382 milliónir krónur.
Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 var barnafrádrátturin í landsskattinum hækkaður við áleið 44 milliónir krónur og merkti hetta tilsvarandi skattalækking.
Í tíðarskeiðnum 2004 til 2009 var barnafrádrátturin í landskassanum ikki broyttur.
Broytingar í landsskattinum hava eisnini eina ávísa ávirkan á kommunskattin orsakað av 50% markinum, men talan er her um sera smáar uphæddir, sigur fíggjarmálaráðharrin í svarinum.