Skattalættar til pensionistar og láglønt

Oddagrein:

Tað skal ikki nógv hugflog til at ásanna, at flestir føroyskir pensionistar eru vorðnir fíggjarliga illa fyri. Oljuprísirnir og matvøruprísirnir eru hækkaðir, og livikostnaðurin sum heild er vorðin nógv hægri enn fyri bert fáum árum síðani. Tað man standa flestøllum borgarum greitt, at fólkapensiónin hevur ikki fylgt prísunum seinastu árini. Føroyar eru vorðnar eftirbátur í norðurlenskum høpi, tá um pensiónir ræður. Í grannalondum okkara hava løntakarar tríggjar stabbar at standa á, tá ellisárini koma. Hesir eru ein fólkatrygging, ein pensiónstrygging í pensiónskassa so eitthvørt slag av arbeiðsmarknaðaeftirløn. Her hjá okkum er lítið og einki hent. Fólkapensiónin er vorðin eitt eiti, og Samhaldsfasti ger hvørki frá ella til, og tað gongur striltið við at fáa til vega munadyggar pensiónsskipanir gjøgnum fakfeløgini.

 

Tað er tí stórur tørvur á tiltøkum, sum kunnu lætta um dagligu útreiðslurnar hjá fólkapensionistum. Ein tann tyngsta byrðan er oljugjaldið, sum mong høvdu vónað fór at verða avtikið. Tað er ikki løgið, at pensionistar og onnur láglønt hildu seg hava orsøk til hesa vón, tí flokkar í valstríðnum lovaðu at avtaka ella at lækka hetta illa dámda avgjald. Men nú boðar fíggjarmálaráðharrin frá, at vit ikki skulu rokna við einum lægri oljugjaldi. Hetta er eitt vónbrot fyri mong. Vit hava áður mint á, at ætlanini við oljugjaldinum upprunaliga var at fáa til vega stovnsfæ í ein grunn, sum skuldi fíggja alternativar orkukeldur. Hetta varð av ongum, og oljugaldið gjørdist eitt av mongum avgjøldum, sum gera lívið súrt hjá láglønarbólkum og pensionistum.

 

Tað er hinvegin sera gott og í tøkum tíma at broyta býtið av skattabyrðunum, og tí munnu mong fegnast um fráboðan fíggjarmálaráðharrans um, at næsta ár verður lívið lættari hjá pensjónistum og lágløntum. Næsta ár skulu pensjónistar og tey lágløntu í Føroyum hava eina skattalætta, sum munar, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hetta hevur samgongan avtalað, nú hon er farin undir arbeiða við fíggjarlógini 2009. Karsten Hansen sigur, at í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár hevur nógv verið tosað um korini hjá pensjónistum og lágløntum, nú matur, olja og aðrar vørur og tænastur eru so nógv dýrkaðar. Tað er bæði gott og jaligt, at samgongupolitikkarar nú ásanna, at støðan hjá pensionistum og lágløntum nú er vorðin so ótolandi, at neyðugt er við politiskum tiltøkum. So langt so gott, og skamm fái hann, sum sigur samgonguna ringa fyri henda fráboðaða skattalætta, sum snýr seg um einar 140 milliónir. Tó skal viðmerkjast, at sjálv tøknin í hesum – hetta at leggja kringvarpsgjald og sjúkrakassagjøld inn í skattaskipanina er ikki heilt vandaleys. Eftir stendur nú at fáa til vega eina heilt nýggja pensiónskipan, nær hon kemur fyri dagin, man fáur vita.