Ingrid S. Henriksen,
limur í Suðurstremoyar Javnaðarfelag.
og limur í landsnevndini hjá Javnaðarflokkinum
_____________________________________________
Javnaðarflokkurin eigur ikki at vera við at fremja sparingar á almanna- og heilsuøkinum, men eigur flokkurin hinvegin at leggja doyðin á at hækka og betra vælferðarveitingar og -øki, ið eru afturúrsigld. Javnaðarflokkurin eigur heldur at leggja upp til at lata almanna- og heilsuøkinum meiri pening, soleiðis at alneyðug vælferðarátøk kunnu fremjast, ið hava ligið á láni í fleiri ár. Nógv dømi kunnu verða nevnd um vælferðarveitingar og -øki, sum eru sjálvsøgd í Danmark og hinum skandinavisku londunum, ið eru afturúrsigld í Føroyum. T.d. kann verða nevnt, at fyritíðarpensjónin til lægstu og miðal fyritíðarpensjónistar er nógv lægri í Føroyum enn í Danmark. At vit onga skipan hava í Føroyum um ókeypis endurvenjing/rehabilitering fyri fólk, sum av sjúku ella breki hava brúk fyri uppvenjing eftir útskrivan frá sjúkrahúsi. Og at einsamallir uppihaldarar fáa ikki ta hjálp og tann stuðul, sum hesir fáa t.d. í Danmark. Í hesum høpi skal verða nevnt, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur lovað, at lægsta fyritíðarpensjón skal hækkast upp til miðal fyritíðarpensjónsstøði komandi tvey árini, t.v.s. í 2008 og í 2009, og má peningur tískil setast av til endamálið á fíggjarlógini fyri 2008 og 2009. Vandi er fyri, at hesar ábøtur á lægstu fyritíðarpensjón umframt aðrar ætlanir á vælferðarøkinum fara fyri bakka, nú tá samgongan hevur samtykt at tálma á fíggjarlógini.
Verður hugt nærri at samtykta skattalættanum fyri 2008 sæst, at hesin skattalætti vendir sera skeivt sosialt: skattalættin er sera misjavnur og vendir tunga endan niðureftir. Láginntøkur fáa lítlan og ongan skattalætta, meðan háinntøkur fáa stóran skattalætta.
Dømi:
láginntøka uppá 120.000 kr.fær 240 kr.
miðalinntøka uppá 200.000 kr. fær 690 kr.
háinntøka uppá 500.000 kr. fær 6.240 kr.
háinntøka uppá 850.000 kr. fær 7.115 kr.
Javnaðarflokkurin, ið vil fremja “Tað góða samfelagið”, har fá hava ov nógv og færri ov lítið, og sum sigur seg borga fyri vælferðini hjá øllum borgarum landsins, eisini vælferðini hjá teimum lágløntu, vanligum arbeiðarum, teimum sjúku og veiku, eigur ikki at ganga við til slíkan skatta-politikk, ið undirgravar almennu vælferðina og tiltrongdar vælferðarbatar á almanna- og heilsuøkinum – ein skattapolitikk, sum harumframt er við til at breiðka gjónna millum rík og fátøk. Javnaðarflokkurin eigur hinvegin at stuðla ætlanunum hjá Magna Laksafoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ið nýliga hevur boðað frá, at hann arbeiðir við at rætta sosialu slagsíðuna í núverandi skattaskipan, soleiðis at eisini fólk við lágum inntøkum fáa ein rímiligan og rættvísan part av givnum skattalættum.
Borgarligir, liberalistiskir politikarar royna at goyma tann veruleika, at skatalættarnir, ið latnir eru seinnu árini, umframt skattalættin fyri 2008 serstakliga fara til teirra, ið hava høgar inntøkur. Teir royna at fyrigykla fólki, at skattalættin serliga verður givin fyri at lætta um hjá vanligum arbeiðarum og øðrum miðalløntum og siga, at skattalættin fer at hava við sær at tað fer at loysa seg betur at arbeiða hjá vanliga arbeiðskvinnuni og -manninum og lata vera við at greiða frá, at tað loysir seg fleiri ferðir betur at arbeiða hjá teimum háløntu. Skattalættayvirlitið fyri 2008 hjá Fíggjarmála-ráðnum vísir greitt, at skattalættin til vanliga arbeiðaran er sera lágur – ein vanligur arbeiðari við inntøku uppá 200.000 kr. fær einans ein skattalætta, ið er 690 kr. meðan ein háløntur, ið hevur inntøku uppá 500.000 kr. fær ein skattalætta, ið er 6.240 kr., t.v.s. at ein háløntur, ið hevur inntøku uppá 500.000 kr. fær ein skattalætta, ið er 9 ferðir so høgur sum skattalættin til arbeiðaran, ið hevur eina vanliga arbeiðarainntøku uppá 200.000 kr. Slíkur ójavni í skattalættum til ávikavist hálønt og láglønt eigur ikki at verða góðtikin, í hvussu er ikki av sosialistiska Javnaðarflokkinum.
Verður hildið fast um at skattalætti skal veitast í 2008, eigur skattalættin at fara til láglønt og til fólk, ið hava vanligar arbeiðaralønir, ið hava brúk fyri skattalætta til tiltrongt vanligt forbrúk. Skattalættar til láglønt og vanligar arbeiðarar yvirupphita sambært búskaparfrøðini ikki landsbúskapin.
Framhaldandi skattalætti til hálønt eftir amerikanskum mynstri ella eitt vælferðar-samfelag fyri øll
Øll, ið hava fylgt við á skattapolitiska økinum vita, at skattalættar eru givnir seinnu árini, sum í stórstan mun hava gagna teimum best løntu í landinum. Yvirlitið yvir skattalættan 2008 hjá fíggjarmálaráðnum vísir eisini, at skattalættin fyri 2008 í serligan mun fer til hálønt, ið ikki hava brúk fyri nøkrum skattalætta – tey hava nóg mikið til vanligt forbrúk og hava harumframt avlop til marglætisnýtslu, privata uppsparing v.m. Ávísir borgarligir politikarar nýta somu argumentatiónin at lata skattalætta til tey best løntu her á landi, sum teir ultraliberalu í USA nýta at geva teimum hægst løntu har skattalættar. Í USA sigur George Bush, forseti, um skattalættar til hálønt, at tey høgt løntu skulu hava skattalætta, tí tey hava tað uppiborið og tí tey gjalda nógv meira í skatt enn tey við lágum inntøkum. Slík ódámlig argumentatión verður nýtt av ávísum borgarligum, liberalistiskum føroyskum politikarum sum grundgeving at veita háløntum óneyðugar og ásosialar skattalættar.
Skattalættar, ið alsamt verða latnir teimum, ið eru fíggjarliga best fyri í landinum, kunnu fáa ta avleiðing, at landskassin ikki fær nóg mikið av peningi í kassan at fíggja almennu vælferðar-tænasturnar og kann hetta hava við sær, at okkara samhaldsfasta vælferðarsamfelag verður syndrað, og vit í staðin fáa “amerikaniseraða” (einstaklingafíggjaða) vælferð, har tey ríku og vælbjargaðu gjøgnum heilsutryggingar og líknandi keypa sær atgongd til sjúkrahúsviðgerð og aðrar vælferðar-veitingar, meðan hinvegin fíggjarligir veikir bólkar, tey lágløntu, stakir uppihaldarar, arbeiðsleys, sjúk og gomlul v.m. verða við sviðið soð, tí tey ikki hava ráð at fíggja ella keypa heilsutryggingar ella onnur vælferðartilboð.
Teir ráðandi í Javnaðarflokkinum eiga at leggja sær í geyma, at stórur partur av Føroya fólki óivað heldur vil hava alneyðugar ábøtur á vælferðartænastur og vælferðarveitingar enn framhaldandi skattalættar til høgtlønt eftir ultra liberalistiskum leisti.