- Skattalætta heldur enn frádrátt

Haldið tað einfalt - skattalætta á 2500 heldur enn skattafrádrátt fyri limagjald.

Meðan løgtingið í dag enn einaferð skal taka støðu til uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at broyta skattalógina so, at limagjald til fakfeløg kann dragast frá í skatti, so skal tingið eisini taka støðu til eitt líknandi uppskot frá Sambandsflokkinum. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er eitt svar uppá uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, har flokkurin heitir á samgonguna um at varðveita grundleggjandi meginreglurnar í okkara skattalóggávu, og ikki lata frádrátt av slíkum slag koma inn í skipanina. 

 

 

Les eisini: Nú kemur uppskotið hjá Sonju í Løgtingið 

 

 

- Allir flokkar hava tikið undir við, at vit skulu hava eina bruttoskattaskipan, fyri at gera umsitingina av skipanini so einfalda, sum til ber. Tað er orsøkin til, at vit hava ein botnfrádrátt í landsskattinum, í staðin fyri ymiskar frádráttir, harímillum “frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg”, skrivar Bárður á Steig Nielse í almennu viðmerkingunum til uppskotið. 

 

 

Uppskotið hjá Bárður á steig Nielsen hevur til endamáls at geva øllum skattaborgarum ein skattalætta við at hækka botnfrádráttin í lands- og kommunuskattinum við kr. 2.500. Tingmaðurin sigur, at hetta hevur umleið somu ávirkan hjá lønmóttakarum, sum ætlanin við at loyva frádrátti av limagjaldi til yrkisfeløg, og tryggjar samstundis, at vit halda fast við verandi bruttoskattaskipan, ið allir flokkar á Løgtingi hava hildið fast við síðani 90 árini, eftir at vit høvdu fingið eina sera fløkta skattaskipan við nógvum frádráttum upp ígjøgnum 80’ini.

 

 

- At vit í dag hava eina sera einfalda og effektiva skattainnkrevjing er nakað, fleiri av okkara grannalondum ynskja sær. Við okkara bruttoskattaskipan er lætt hjá lønmóttakarum at finna útav, hvussu nógv skal rindast í skatti av lønini, tí tað eru ikki fleiri millumrokningar, ið skulu gerast, áðrenn skatturin kann roknast. Nú málið um frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg er framlagt á øðrum sinni, við eini undantaksreglu í Tingskipanini, verður staðfest, at samgongan enn einaferð setir til viks tær avtalur og skipanir, sum undanfarnar samgongur hava lagt fyri dagin, og sum tað hava verið breiðar semjur um, skrivar Bárður á Steig Nielsen. 

 

 

 

Borgarar tvingaðir at vera limir í yrkisfelag

- Borgarar verða ikki tvingaðir at vera limir í einum yrkisfelag við hesum uppskotinum. Tað er ein grundleggjandi mannarættur, at tað stendur einum og hvørjum frítt at velja, um hann er limur í fakfelag ella ikki, skrivar Bárður á Steig Nielsen um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, sum ein avgjørt kann vænta verður samtykt í dag. 

 

 

- Um lógin um frádrátt til yrkisfeløg verður samtykt, er møguleiki, at fleiri fara at taka seg saman í yrkisfeløg, tað kann t.d. vera grannaløg, húski, ítróttarfeløg v.m. og fáa frádrátt í skattinum. Við hesum uppskotinum verður staðiliga heldur mælt til at hækka botnfrádráttin í lands- og kommunuskattinum við kr. 2.500, skrivar Bárður á Steig Nielsen. 

 

 

Figgjarligu avleiðingarnar fyri land og kommunur eru, at skattainntøkurnar lækka við umleið 40 mió. kr. tilsamans, býtt helvt um helvt millum land og kommunur.