Óli Jacobsen
Í seinasta FF-blað greiddu vit frá, at vit ikki høvdu fingið svar frá skattakærunevndini upp á okkara umbøn, at eitt skattamál viðvíkjandi skatting av kosti hjá fiskimonnum varð tikið uppaftur grundað ein hóp av nýggjum tilfari, sum vit høvdu útvegað í málinum.
Svarið kom kortini sama dagin, sum blaðið varð prentað. Hetta svar er søguligt í føroyska løgsøgu. Tað var nevniliga, at tað ger tað sama, hvussu eitt mál verður upplýst fyri nevndini. Niðurstøðan verður kortini tann sama!
Sagt verður orðarætt:
Tá tulkingin og málsviðgerðin hjá Toll- og Skattstovu Føroya í øllum førum síðani miðskeiðis í 90-unum er í samsvar við hesa áskoðan, eru nýggju upplýsingarnar frá kæraranum, sum lýsa, hvussu siðvenjan hevur verið fyrr, ikki av týdningi fyri avgerðina.
Tilfarið, vit hava útvegað nevndini, er um siðvenju síðan 1953, sum er útilokað frá málsviðgerðini, so nevndin kundi fáa "grundarlag" fyri at staðfesta eina sera ivasama lógartulking, sum Toll og Skatt ger meira enn 40 ár seinni.
Hetta er nýtt met í skipaðum rættarloysi. Lesast kann um málið á okkara heimasíðu:
HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo